Bakkafrost boðar í dag frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Nofitech um at útbyggja smoltstøðina í Glyvradali við 13.000 m3.
Núverandi karrúmdin á smoltstøðini er 1.500 m3, og talan er tí um eina stóra útbygging, sum tá hon stendur liðug, skal framleiða fýra milliónir smolt um árið.
Útbyggingin er partur av strategi, ið skal loyva Bakkafrosti at ala laksin longri á landi, áðrenn hann verður koyrdur á sjógv. Málið er at náa eina miðalvekt á 500 gram og stytta vakstrartíðina á sjónum niður í 12 mánaðir í 2022
Verkætlanin fevnir um útbygging við trimum nýggjum hallum, og byrjar hetta arbeiðið í februar 2021. Útbyggingin verður væntandi liðug í mars 2023.
Samstundis sum at útbygt verður í Glyvradali, útbyggir Bakkafrost eisini á Viðareiði og á Norðtoftum, og tá tær boðar útbyggingarnar eru lidnar, fara tær samanlagt at hava eitt rúmføri á stødd við smoltstøðina norðuri á Strond, sum er umleið 30.000 m3.
– Arbeiðið á Viðareiði fór í gongd fyri tveimum vikum síðani, og á Norðtoftum er liðugt planerað, sigur Bakkafrost.