Smoltstøðin í Skála­vík fing­ið um­hvørv­is­góð­kenning

Umhvørvisstovan hevur 27. mars 2026 veitt umhvørvisgóðkenning til at framleiða smolt á smoltstøðini hjá P/F Bakakfrost Freshwater í Skálavík, Sandoy

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um alt virksemið, sum er knýtt at smoltstøðini.

 

Smoltstøðin er staðsett á Bakkavegi 20, í Skálavík og er ætlað at framleiða upp í átta milliónir smolt á um hálvt kilo at seta á sjógv. Umhvørvisstovan skrivar, at støðin hevur vatnreinsiskipan, soleiðis at vatnið verður endurnýtt á høgum stigi. 

 

Smoltstøðin leiðir spillvatnið frá rakstrinum út á umleið 15 metra dýpi norðan fyri smoltstøðina. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast av virkseminum.

 

Í umhvørvisgóðkenningini er dentur lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphópan á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru millum annað settar um, at P/F Bakkafrost Freshwater ger kanningar av botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.

 

Eisini eru treytir settar til, at virksemið á smoltstøðini ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti og øðrum.

 

Umhvørvisgóðkenningin fyri smoltstøðina hjá P/F Bakkafrost Farming í Skálavík sæst her.

Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her.

 

Vegleiðing um at kæra

Avgerðin kann kærast til landstýrisfólkið við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella [email protected] í seinasta lagi 27. apríl 2026.

 

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meiri um at kæra her.