SMS: H71 vann greiðan sigur á Stjørnuni

H71 er eitt stig aftanfyri oddaliðið, Kyndil

Seinnapartin er ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 38-29 á Stjørnuni. Í steðginum var H71 á odda við trimum málum, 16-13.

 

Maria H. Weyhe var við níggju málum toppskjútti hjá H71. Durita Karlsdóttir Ljósstein var við níggju málum toppskjútti hjá Stjørnuni.

 

Mikukvøldið klokkan 19 kann Kyndil við sigri á Neistanum vinna grundspælið í SMS-deildini.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilini frá dystinum millum H71 og Stjørnuna, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##