SMS: Neistin, Stjørnan og H71 endaðu árið við sigrum

Seinastu dystirnir í SMS-deildini í 2025 vóru leiktir í dag

Savnsmynd

Seinastu dystirnir í SMS-deildini vóru leiktir fyrr í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini syrgdi H71 at halda fast í øðrum plássinum við 35-30 sigri á VÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 19-16.

 

Anna Elisabeth H. Weyhe (savnsmyndin) var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Við níggju málum var Fríða Nolsøe Olsen toppskjútti hjá VÍF.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Stjørnan greitt 28-19 á StÍF. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 15-8. 

 

Við átta málum var Durita Karlsdóttir Ljósstein toppskjútti hjá Stjørnuni. Eyðbjørg Kallsberg var við seks málum toppskjútti hjá StÍF.

 

Í høllini á Eiði vann Neistin 31-26 á EB. Í steðginum vóru neistakvinnur frammanfyri við trimum málum, 16-13. 

 

Liðini áttu hvør sín stórskjútta í dag. Nadja Pejovic hjá EB og Silja Olivia Heðinsdóttir hjá Neistanum skutu 10 mál hvør.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, og støðuna í SMS-deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Savnsmynd