SMS: StÍF tryggjaði sær FM-fjórðingsfinaluplássið

StÍF vann 27-26 á VB suðuri í Vági, og tryggjaði sær harvið gylta sætta plássið

Mynd: StÍF

Tað gjørdist StÍF sum tryggjaði sær gylta sætta plássið í SMS-deildini, ið gevur rætt til at taka lut í FM-fjórðingsfinaluni.

 

StÍF vann 27-26 á VB suðuri í Vágshøll, og endar sostatt á sjey stigum í grundspælinum. VB fekk svartaper og endar á sjeynda plássinum við seks stigum.

 

StÍF var á odda 16-13 í steðginum. Tá fýra og ein hálvur minuttur var eftir var StÍF á odda 27-23. VB fekk í gongd ein endaspurt seinastu minuttirnar, og tá Durita Krosslá Hjelm skoraði til 27-26 til StÍF hevði VB ein minutt til at tryggja sær javnleikin, ið hevði givið atgongd til FM-fjórðingsfinaluna, men tað eydnaðist ikki. 

 

StÍF skal tískil spæla FM-fjórðingsfinalu móti Neistanum í høllini á Hálsi 16. apríl. Í hinari fjórðingsfinaluni hittast Stjørnan og VÍF í KÍ-høllini í Klaksvík 15. apríl.

 

H71 og Kyndil hava vunnið seg beinleiðis í FM-hálvfinalurnar. 

 

Endaliga støðan í grundspælinum:

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

##med3##

 

 

 

 

 

Mynd: StÍF