SMS: Stjørnan beindi fyri spenninginum um fjórða plássið

Kyndil vann stórsigur á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn

Jancy Jacobsen skoraði fýra mál fyri Stjørnuna móti StÍF

Jancy Jacobsen skoraði fýra mál fyri Stjørnuna móti StÍF

Norðuri í KÍ-høllini var í dag ein sonevndur "fýrastigs-dystur", skilt á tann hátt, at vann StÍF á Stjørnuni vóru bert tvey stig á muni millum nummar fýra, Stjørnuna og nummar fimm, StÍF.

Tað endaði við 25-20 sigri til Stjørnuna, ið nú er seks stig frammanfyri StÍF á stigatalvuni. Bæði liðini hava seks dystir eftir at spæla í grundspælinum. So Stjørnan liggur væl fyri at vinna seg í FM-endaspælið í SMS-deildini. Stjørnan var á odda 13-10 í steðginum.

Kyndilskvinnur vunnu stórt 29-19 á neistakvinnum, og vunnu seg harvið uppá annað plássið. Í steðginum var Kyndil á odda 15-10.

H71 er greitt á odda við 21 stigum. Kyndil hevur 17 stig á øðrum plássi. Neistin er nummar trý við 16 stigum og Stjørnan er nummar fýra við 14 stigum. StÍF er nummar fimm við átta stigum, og niðast eru VB og EB við tveimum stigum hvør. 

Stjørnan-StÍF 25-20 (13-10)

Málskjúttar Stjørnan: Tóra Eliasen 5, Joan Sørensen 4, Durita C. Jojic 4, Jancy Jacobsen 4, Iulia Nalivko 3, Katrin Bertholdsen 3, Mina Henriksen 1, Malene Madsen 1. 

Málskjúttar StÍF: Haruka Gima 6, 

Kyndil-Neistin 29-19 (15-10)

Málskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 8, Súna K. Hansen 6, Bára K. Hansen 5, Ásleyg Súnadóttir 4, Bjarta O. Johansen 3, Ró Nielsen 1, Barbara Hammer 1, Fríða Olsen 1. 

Málskjúttar Neistin: Maria P. Nólsoy 5, Frida H. Jacobsen 4, Hervør Niclassen 3, Rakul Magnussen 2, Nada Pejovic 2, Sólbjørt Høj 1, Petra Larsen 1, Bjørk Joensen 1. 

Jancy Jacobsen skoraði fýra mál fyri Stjørnuna móti StÍF

Jancy Jacobsen skoraði fýra mál fyri Stjørnuna móti StÍF