Seinnapartin var tann fyrra fjórðingsfinalan í SMS-deildini avgreidd í KÍ-høllini í Klaksvík.
Stjørnan vann 30-25 á VÍF. Í steðginum var Stjørnan á odda 15-12. Tað nærmasta VÍF kom Stjørnuni í seinna hálvleiki var við støðurnar 17-14 og 27-24.
Tóra Eliasen og Sonja Sirdal á Bergi gingu undan hjá Stjørnuni. Tóra skoraði 10 mál og Sonja skoraði níggju mál fyri Stjørnuni í dag.
Í morgin klokkan 15 verður hin FM-fjórðingsfinalan leikt í høllini, har Neistin tekur móti StÍF. Neistin er favorittur til at vinna seg víðari í FM-hálvfinalurnar.
Í FM-hálvfinalunum skal Stjørnan spæla móti H71.
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá FM-fjórðingsfinaluni millum Stjørnuna og VÍF:
##med2##