SMS: VÍF vann stórsigur á VB í Vestmanna

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini seinnapartin í dag

VB var á vitjan hjá VÍF í dysti í SMS-deildini fyrr í dag.

 

Heimaliðið, VÍF vann stórsigur 39-24. VB var munandi betri við í fyrra hálvleiki. Tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum var VÍF bert á odda 11-10. Í steðginum var VÍF á odda 17-13.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki fór VÍF frá einari 19-15 leiðslu til eina 26-15 leiðslu, og so var alt avgjørt.

 

Í morgin spæla StÍF og Kyndil klokkan 14, og Stjørnan og Neistin klokkan 15. FM1 sigur frá dystinum millum Stjørnuna og Neistan. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##