SMS: VÍF var á odda í 57 minuttir - men Kyndil vann 3. FM-finaluna

Kyndilskvinnur eru á odda 2-1 í FM-finaluuppgerðunum

Í 57 minuttir og 29 sekund vóru vestmannakvinnur á sigurskós í triðu FM-finaluni í SMS-deildini móti Kyndli í høllini á Hálsi.

 

Men seinastu hálvatriðja minuttin skoraði Kyndil tríggjar ferðir uttan, at VÍF megnaði at svara aftur. 

 

VÍF var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og vóru tær á odda 17-12 í steðginum. Tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum var VÍF á odda 27-25, men tað glapp seinastu løtuna.

 

Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Fríða Nolsøe Olsen var framúr í dystinum, og hon skoraði heili 13 mál. 

 

Mikukvøldið klokkan 19 hittast liðini aftur í høllini í Vestmanna. Vinnur Kyndil eru tær FM-vinnarar. Vinnur VÍF verður fimta og avgerandi finalan leikt í høllini á Hálsi komandi leygardag. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 3. FM-finaluni:

 

##med2##