Smuglaði fyri kvarta millión

Hann hevur smuglað kokain til Føroya. Hann hevur sitið avbyrgdur í varðhaldinum í tveir mánaðir, og hevur sitið handan rimar í eitt ár. Hann hevur skyldað nógvar pengar til narkobakmenn, men nú er hann komin burtur úr øllum. Klaksvíkingurin Peter Chodziuk greiðir her frá síni søgu

- Í dag havi eg tað sera gott. Tað greiddi 38 ára gamli Peter Chodziuk frá í samrøðu á Rás2 mánadagin. Tað er ikki mong, sum hava upplivað tað sama, sum hann hevur roynt. Og tey, sum hava roynt tað sama, eru neyvan eins væl fyri og hann í dag.

Goymdi tað í endatarminum
Alt kulmineraði í 2007, tá hann eftir at hava verið í Hollandi og vitjað narkobakmenn har, kom aftur til Føroya við 100 grammum av kokaini.
- Eg hevði keypt ecstasy frá nøkrum danskarum, sum vóru í Føroyum. Eg vitjaði teir á Hotel Føroyum, har teir greiddu frá, at teir ætlaðu at smugla rúsevnir úr Hollandi. Eg fór við teimum, og vit koyrdu til Hollands, har teir høvdu góð sambond við hollendsku mafiuna.
- Vit fingu 100 gramm av reinum kokaini. Í Føroyum hevði prísurin verið millum 2000 og 2500 krónur fyri eitt gramm. Teir ynsktu eisini at koma til Føroya at selja, tí prísurin var so góður her, fortelur Peter Chodziuk.
Mannagongdin var, sum hon so ofta er í slíkum førum. Rúsevnini vórðu pakkað inn væl og virðiliga, áðrenn tey vóru kroyst upp í endatarmin.
- Eg trýsti tað upp har. Tað var ein løgin kensla, men tað var soleiðis teir gjørdu, so eg setti spurnartekin við tað, greiðir Peter Chodziuk frá.

Brúkti 300.000 krónur upp á rúsevni
Tað gingu annars meiri enn tíggju ár, frá tí at Peter Chodziuk byrjaði at smakka sær á, til hann smuglaði kokain til Føroya og kom í veruligt óføri.
Sum so mong onnur, byrjaði hann at ganga í býnum og drekka rúsdrekka, tá hann var 15 ár.
- Tað var ikki øðrvísi enn tað er við ungdómum í dag, sigur hann.
O

Eg føli ikki mein av tí í dag

Hann royndi at smugla kokain til Føroya.


Byrjaði at drekka, tá eg var 15 ár. Drakk um vikuskiftið, fór í býin saman við vinunum, gekk á tekniska skúla, byrjaði at roykja fast, fór í býin hvørt vikuskiftið

kláraði væl at stýra tað, timburmenn, býin fríggjakvøld og leygarkvøld

tað var ikki øðrvísi enn ungdómar drekka í dag

26 ára gamal roykti eg hash fyri fyrstu ferð. Tað var rættiliga býttisligt, hava altíð havt nógv ímóti rúsevnum. Vinmenninir hava altíð sagt við hvønn annan, at um nakar gjørdi tað, so smildraðu vit hann sundur

hin bólkurin av vinmonnum høvdu roynt at roykt í eini tvey ár, eg visti einki um tað, tí teir hildu tað frá mær, tí teir vistu hvussu eg hevði tað við tí

avgjørdi at royna tað. føldi einki fyrsta, næsta ella triða kvøldið. Fjórða kvøldið flenti og flenti eg, matarlysturin fór í topp og døsandi virkning. Koyrdu biltúr. Vit kundu ikki sita inni og roykja nakrastaðni, tað luktar nógv

tað var ein trongd og eg vildi gjarna royna tað umaftur. Eg vildi bara hava meir, eg royndi at skaffa sjálvur og eg vildi altíð hava nóg mikið. Kom at kenna nógv fólk úr tí umhvørvinum, tað var sum at koma inn í eina boblu

ringdi runt og brúkti kotur, løgreglan lurtaði við. Vit tosaðu um Hanus, kennir tú Hanus ella er Hanus har?

Eg visti væl, at eg var bundin av rúsevnum. Mamma mín var tann seinasta, sum legði tað til merkis. Mamma spurdi hvat tað var, sum luktaði. Eg segði, at tað var roykilsispinnar. Hon hevði ongantíð upplivað slíkt fyrr

hugsaði ikki um trupulleikar og at menna seg. Man steðgaði bara upp og hevði tað gott við sær sjálvum. Tað bar illa til at vera saman við øðrum, sum ikki royndu hash

fólk sum eru misnýtarar duga so væl at goyma tað. um morgnarnar var einki, tá eg kom heim fekk eg mær ein guv sum tað fyrsta.

Bleiv presenteraður fyri hørðum stoffum. Føldi eg hevði brúk fyri øðrum, hash er doyvandi, alkohol gevur timburmenn og eg vildi royna okkurt villari.

Tá eg ikki var rúsaður, so gekk eg bara og hugsaði um tað. eg hugsaði bara um at hava nokk, nokk til í morgin. Ikki fyrr enn eg hevði nokk, so var eg avslappaður. Tá eg visti, at eg hevði nokk at rúsevnum til alt vikuskifti, so kundi eg slappa av

eg byrjaði at blíva gloymskur. Mínir vinmenn fingu konu og børn, eg bleiv sum ein tannáringur og bara gekk í býnum

mær dámdi væl at koyra skjótt og tað hendi nakað

hørð rúsevnir gav mær so nógva orku, eg føldi eg kundi gera 100 ting í senn. Alt frá ekstasy til speed, kokain, svampar, tað einasta, eg ikki havi roynt er herion, havi eisini roynt crack-kokain, men tað er sjáldsamt at fáa í føroyum, so tað royndi eg ikki aftur

2007 31 ára gamal

var bundin at nógvum ymsum hørðum rúsevnum

viðhvørt var onkur uttanlanda og fekk smuglað heim. Danskarar vóru í føroyum og høvdu smuglað ekstasy

eg arbeiddi altíð. Hørð stoffir bara í vikuskiftunum

sigldi við línubáti, tók stoffir millum túrarnar, tjenti yvir 300.000 upp á eitt ár, brukti alt teir fáu dagarnar, eg var heima

royndi at fáa vinmenn at skaffa, so man hevði niðurfyri, tað gleddi eg meg til

keypt eksasy frá danskarum, vitjaði teir á hotel føroyum, teir ætlaðu at smugla frá hollandi, spurdu um eg kom við. Crack-kokain tað vildi eg gjarna hava, tað var eitt alvorligt kick, eg segði, at eg skuldi koma við, um eg kundi fáa kokain, tað var einki problem, teir høvdu so góð forbindilsir har

vit koyrdu so til hollands, fingu 100 gram reint kokain, skuldu allir tríggir smugla tað til føroya

2000-2500 krónur fyri grammi, teir skuldu eisini koma til føroya og selja her, tí prísurin so høgur her

koyrdu aftur til danmarkar, høvdu hvør sín part uppi á okkum, goymdu tað í endatarminum, trýstu tað upp har, tað var eitt løgi fornemmilsi, men tað var soleiðis man gjørdi.

Vit komu við bili gjøgnum markið, einki kontrol. Komu til keypmannahavnar, fingu tað út og vaskaðu hvør sín part, áðrenn tað var pakkað inn av nýggjum.

Opnaðu ein pakka og tóku nógv av stoffunum sjálvir, fingu uppringing úr føroyum, at politi vistu vit høvdu verið í hollandi. Danskarar bakkaðu út, eg segði so, at eg skuldi taka alt við, tók ritalin áðrenn eg fór avstað fyri at dempa ritalin.

Hevði svølgt tíggju pakkar, tí tað skuldi vera í búkin, hevði ein brostið so hevði eg doyð á staðnum.

Eg fór við flogfarinum einsamallur, tað fyrsta eg møti eg løgreglan, sum tekur í móti mær. Tá eg sá teir, tá vaknaði eg burtur úr øllum og hugsaði, hvat er tað, tú gert. Tá steðgaði eg og tók avgerðina og hugsaði, nú kundi vera well. Eg hevði brotið øll mørk og tað kundi ganga heilt galið

eg var kannaður í báðum endum, skuldi á wc og kroysta til okkurt kom úr í ein posa, men har kom einki. Tóku prøvar, sum vístu eg var ávirkaður av øllum møguligum, men teir funnu einki so eg slapp avstað

eg hevði tað hjá danskarunum, eg skuldi selja fyri teir. Men eg vildi ikki, at tað skuldi út millum fólk, eg visti hvønn skaða tað kundi eg gera, tað er ikki til at vita, hvat er í

men eg skuldi jú fáa pengar til danskararnar, so eg var í eini ordiligari tvístøðu og mítt forbrúk fór í topp

eg brúkti sjálvur fyri 5000-6000 krónur, fleiri gramm um dagin, tað vóru stórar mongdir, ein pinkalítil partur fór til onkrar vinmenn, ein vinmaður fekk ein stóran part, sum skuldi selja tað so eg kundi fáa pengar til danskararnar, men hann stakk av og eg fekk ongar pengar

nú skyldi eg danskarum pengar, teier koma til føroya og hava ein við, sum teir søgdu var frá ha

hetta var ikki skeg, eg vildi ikki av við tað, men hevði ongar pengar. Teir skuldu hava 40.000 krónur

eg visti ikki, hvat teir kundu finna upp á, um teir fóru at drepa meg

løgreglan visti av hesum, teir vóru í ferð við at byggja sak upp

danskararnir skuldu avstað innanfyri eina viku

eg fór til besta vinmannin og greiddi frá míni støðu, hann vildi stuðla mær, mamma mín og systur mín tað sama, mamma vildi gjarna taka lán fyri meg, so eg kundi rinda pengarnar. Tað gjørdi eg so og varð kvitt við teir

fór so á blákross

ein ordiligur lætti hjá mær, skyldaði ongar pengar, onkur skyldaði mær nógvar pengar, men tað bilti ikki tí hann var nógv verri fyri enn eg

fór á blákross og kom burtur úr tí, tá eg kom út aftur, so hugsað ieg, at eg ikki var bundin av alkohol , tí tað hevði eg ikki trupulleikar við, vinmenn tóku framvegis stoffir, men tað gjørdi eg ikki

eg bleiv ákrædur fyri at hava smuglað og selt 5000-6000 ekstasy tablettir,