Smuglaðu pylsur við Norrönu

Týsk ferðafólk, sum í gjáramorgunin komu við Norrönu til íslands, máttu ganga svong í eina góða løtu, tí tey ikki fingu ta pylsumáltíð, teimum varð lovað.

Tollararnir á Seyðisfirði funnu eina trivaliga nøgd av konserveraðum pylsum, øl og annað til matna (myndin), sum bussførararnir ætlaðu at selja ferðafólkunum, tá tey vóru komin í land.

Seinnu tíðina hevur tað vakt ans, at týsk ferðafólk eru komin í land av Norrönu við egnum bussum, sum bara hava koyrt stuttar túrar, og so hava tey annars gist umborð.

Á Seyðisfirði hava tey undrast á, at týskararnir eisini hava verið nógv meira sparnir, enn teir plagdu at vera, tí í síðstuni hava teir keypt mestsum einki í landi. Nú er tann gátan loyst, veit íslendska ríkisútvarpið at siga.