Tað hevur gingið avbera væl at gera tær ábøtur á Smyril, sum skuldi gerast. Sostatt er eisini greitt, at tíðarætlanin fer at halda.
Tað merkir, at Smyril fer úr aftur Svøríki fríggjakvøldið og Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað er alt, sum talar fyri, at hann verður aftur í rutusigling ímillum Suðuroy og Havnina mánadagin ella týsdagin.
Hann fór til landskrona í Svøríki í dokk, men alt, sum skuldi gerast í sjálvari turrdokkini, er avgreitt, so nú er hann farin á flot aftur, har tað síðsta skal gerast, ímeðan hann liggur við bryggju.
Regin Vágadal sigur, at sostatt heldur tíðarætlanin til fulnar, tí alt er gjørt, sum skuldi gerast. Eisini eru stabilisatorararnir umvældir.