Seinastu árini er ferðafólkatalið til og úr Suðuroy rættiliga tikið dik á seg.
Og ferðafólkastreymurin ímillum høvuðsstaðin og Suðuroy er so stórur, at nú hevur Strandfaraskipið, Smyril, enntá lagt Atlantsflog aftur um seg, hvat ferðafólkaflutningi viðvíkur.
Hetta vísir ein nýggj uppgerð, sum Strandferðslan hevur gjørt, har ferðafólkatalið við Smyrli hesi seinastu árini er samanborið við talið á ferðafólkum, sum Atlantsflog og Norrøna hava flutt ímillum Føroyar og umheimin í sama tíðarskeiði.
Tað er serliga hesi seinastu fýra árini, at støðan rættiliga er broytt og at ferðafólkatalið til og úr Suðuroy av álvara hevur tikið dik á seg.
Samstundis hevur Atlantsflog flutt færri ferðafólk hesi seinastu árini.
Sostatt er Smyril nú tað flutningstólið á føroyskum hondum, sum flytir flest ferðafólk og úrslitið er, at nú ferðast fleiri fólk um Suðuroyarfjørð, enn tað ferðast um flogvøllin í Vágum.
Stór framgongd
Uppgerðin vísir, at talið á ferðafólkið til og úr Føroyum við Atlantsflogi var 219.329 fólk í 2007, men í 2010 var tað fallið til 199.988 ferðafólk.
Tað er ein minking upp á 19.341 ferðafólk, ella 9%.
Her kann skoytast upp í, at upp á seg var afturgongdin hjá Norrønu enn størri enn tann hjá Atlantsflogi.
Í 2007 flutti Norrøna 69.333 ferðafólk og í 2010 flutti hon 60.661 ferðafólk.
Tað er ein afturgongd upp á 8.672 ferðafólk, ella 13%.
Samstundis varð talið á ferðafólki við Smyril 189.060 ferðafólk í 2007, men í fjør var tað hækkað upp í 206.338 ferðafólk.
Tað er ein vøkstur hesi seinastu árini upp á 17.278 ferðafólk, ella 9%.
Ferðafólkatalið er alsamt vaksið, men í 2010 var ein lítil minking aftur ímóti 2009, men orsøkin er uttan iva tann, at Smyril var í dokk ein heilan mánað.
Men hetta merkir so aftur, at tilsamans minkaði ferðafólktatalið ímillum Føroyar og umheimin 28.013 fólk í árunum frá 2007 til 2010.
Tað er ein minking upp á 10%, samstundis sum tað altso vaks 9% á Suðuroyarleiðini.
Her skal eisini havast í huga, at hendan framgongdin hendir samstundis sum at fólkatalið í Suðuroy hesi seinastu árini minkaði úr 4.947 fólkum í 2007, niður í 4.745 í 2010.
Talan er sostatt um eina minking upp á 204 fólk, 4%.
Rakti ikki Suðuroy
At ferðafólkatalið hjá Atlantsflogi og Smyril Line er minkað nakað hesi seinastu árini, er ikki eindømi, tí tað er í øllum vesturheiminum, at hugurin, ella umstøðurnar at ferðast, hava verið fellandi.
Í Stóra Bretlandi er talið á flogferðafólkið minkað 11% hesi seinastu árini og hóast hendan afturgongdin eisini hevur rakt Føroyar, hevur hon ikki rakt Suðuroy.
Meiri at bjóða ferðafólki
- Tað eru helst nógvar orsøkir til, at ferðafólkatalið til og úr Suðuroy er vaksið so nógv hesi síðstu árini.
Tað heldur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni.
Hann vísir á, at tað var júst í 2007, at prísurin á ferðaseðlunum hjá Strandferðsluni, fór niður í helvt, ella so.
- Tað hevur uttan iva havt til úrslit, at fleiri eru farin at ferðast.
Hinvegin heldur hann kortini, at tað eisini frammanundan var rættiliga bíligt at ferðast við Strandferðlsuni, so teir bíligu ferðaseðlarnir eru neyvan øll forkláringin.
Hann heldur, at sjálvandi hevur tað havt góða ávirkan á ferðafólkatalið, at nýggi, stásligi Smyril er settur í sigling.
- Men kanska ger tað eisini sítt, at tað vera alsamt færri og færri støð, har ferðafólk enn skulu sigla til, og er væl trúligt, at eisini tað eggjar ferðafólki at ferðast til Suðuroyar.
Hinvegin heldur hann eisini, at ferðatilboðini í Suðuroy hava ment seg nógv seinastu árini.
- Nú á døgum er tað uppi í tíðini, at ferðafólk skulu hava upplivilsi og her í Suðuroy ber til at fáa serlig upplivilsi, sum tey kanska ikki fáa aðrastaðni, heldur Bogi Mortensen.
Tað vísir seg eisini, at føroyingar vilja fegnir ferðast meiri í egnum landi, heldur enn altíð at fara uttanlands.
Her kann eisini skoytast upp í, at ferðavinnan í Suðuroy hevur verið betri skipað hesi seinastu árini, tí afturat kunningarstovuni í Vági og á Tvøroyri, hevur ein ferðavinnusamskipari verið í starvi, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at sjónliggera Suðuroy, ikki minst í nýggju talgildu miðlunum, Facebook, Youtube og aðrastaðni.