Smyril Line í fíggjarligari kreppu

Søgur hava leingið gingið um, at Smyril Line er í svárari fíggjarligari kreppu, og leiðslan hevur trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Hetta váttar stjórin í Smyril Line í dag fyri Dimmalætting. Hóast tølini á botnlinjuni hjá Smyril Line fyri 2009 vóru svørt, so er felagið kortini í svárari fíggjarligari kreppu. Tað hevur verið trupult at fáa rokniskapin at hanga saman, síðani nýggja Norrøna kom til landi, sum kostaði felagnum 700 milliónir krónur.

Men leiðslan í Smyril Line arbeiðis nú við eini ætlan, sum skal bjarga felagnum fíggjarliga.

-Eg rokni við, at vit hava fingið viðurskiftini upp á pláss seinni ella seinast í hesi vikuni. Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line við Dimmalætting í dag.

Smyril Line hevur stóra skuld. Skipið kostaði 700 milliónir krónur at byggja, og tað hevði við sær, at felagið kom at standa við skuld upp á meira enn eina hálva milliard frá byrjan.

Higartil hevur felagið klárað, við hjálp frá landskassanum, at halda felagnum koyrandi, men skuldin er framvegis stór.

Rúni Vang Poulsen vil enn ikki siga hvør ætlanin hjá leiðsluni er, men hon verður helst kunngjørd í komandi viku.