Smyril Line framgongd í 2011

Smyril Line hevur í dag hildið sín árliga aðalfund, har ársroknskapurin fyri 2011 varð lagdur fram og góðkendur.

Úrslitið fyri 2011 var eitt yvirskot á 9,3 miljónir krónur. Hetta er góðar 25 miljónir betri enn í 2010, tá Smyril Line hevði eitt hall á 15,7 miljónir.

Í sama tíðarskeiði eru oljuútreiðslurnar øktar slakar 10 miljónir krónur.

Smyril Line sigur í tíðindaskrivi, at høvuðsorsøkin til betraða úrslitið fyri 2011 er betri søla og munandi rakstrarsparingar.  Rakstur felagsins var slakar 19 miljónir krónur bíligari í 2011 enn í 2010. Størsta sparingin var innan umsitingar- og lønarútreiðslur.

- Í november í 2011 varð kapitalgrundarlag felagsins styrkt við 40 miljónum krónum, samstundis sum gjaldføri komandi árini er betrað við 150 miljónum krónum.

Framtíðar útlitini hjá Smyril Line eru góð.

- Vit arbeiða framhaldandi við rakstrarsparingum, og nógv verður gjørt við at økja søluna av ferðaseðlum. Komandi tíðina verður serligur dentur lagdur á at betra um tænastuna  umborð á Norrønu, eitt nú við einum steakhouse, eini sports-bar, enn betri barnaundirhaldi og øðrum.

Smyril Line leggur aftrat, at oljuprísurin framhaldandi er ein avbjóðing.

Eftir aðalfundin í dag er nevndin í Smyril Line sett soleiðis saman: Jens Meinhard Rasmussen er nevndarformaður. Nevndarlimirnir eru Teitur Poulsen, Linda Björk Gunnlaugsdottir og Hendrik Egholm.