Um tað er útferðarlongsulin ella tilboðið um 10% í avsláttri, er ringt at spáa um, men sølan av ferðaseðlum við Norrønu hevur gingið óvanliga væl seinastu dagarnar, og í dag bar av
Smyril Line gevur 10% í avsláttri av ferðaseðlunum í summarsiglingini við Norrönu, um keypt verður áðrenn 1. apríl, og nógv fólk hava sambært Jákup Sverra Kass, sølustjóra á Smyril Line, nýtt høvið at keypa ferðaseðilin til summarfrítíðina.
- Átakið hevur hildnast sera væl, vit hava í dag hava havt okkara best søludag higartil í ár. Av tí at linjurnar hava gingið heitar í dag, hava vit gjørt av at hava opið til kl 22 í morgin, sigur Jákup Sverri Kass.
Sølan av ferðaseðlum hevur gingið avbera væl í ár, men við tveimum fráferðum millum Føroyar og Danmark í summarsiglingini, eru tvífalt so nógvir ferðaseðlar til sølu. Tí varð avgjørt at veita 10% í avsláttri, til tey sum keyptu tíðliga. Úrslitið hevur verið stak væleydnað.
- Vit hava góðar vónir til árið. Tú kanst kanska siga, at hetta er okkara máti at geva nakað aftur til føroyingar. Vit hava eisini gjørt ferðaseðlarnar fyri mánadagsfráferðina nakað bíligari, so her er eisini ein avsláttur at heinta, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.