6?MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Fer tað at eydnast hjá Smyrli at endurtaka bragdið, sum teir gjørdu á Skálafjørðinum, og sum teir endurtóku í Hósvík. Tað var stóri spurningurin í Vági í síðstu viku.
Tí kundi tað kanska roknast við, at ungu menninir umborð á Smyrli kendu eitt sindur av trýsti á sær, tá teir lógu undir grótkastinum á sunnara landinum og bíðaðu eftir startskotinum.
Ofta bera trýst og nervar við sær, at avrikið ikki verður tað, sum tað annars hevði verið møguleiki fyri. Soleiðis var tað ikki hjá Smyrla monnunum. Tað var skjótt, at teir løgdu seg á odda, og fagnaðurin vildi ongan enda taka, tá tað varð staðfest, at Smyril hevði vunnið við einari lítlari bátslongd. Onkur, sum ikki áður hevði verið til kappróður, spurdi, um fagnaðurin og gleðin yvir ein sigur altíð var soleiðis, sum tað sást í Vági leygardagin. Svarið var, at hetta var nakað heilt serligt, og soleiðis var tað.
Nú skal vilja heilt illa til, um Smyril ikki skal vinna FM. Fyritreytirnar styrknaðu eisini tí, at Páll Fangi, sum vann á norðoyarstevnu og annars hevur verið størsti kappingarneytin hjá Smyrli, hesa ferð fekk ein vánaligan start. Gongurólvur, sum ikki hevur staðið seg so væl, sum tað kanska kundi roknast við, at ein nýggjur bátur hjá Havnar Róðrarfelag fór at gera, kroysti seg fram um Páll Fanga. Munurin teirra millum var størri, enn hann var frá Páll Fanga og aftur til Stráluna, sum var frammanfyri hálvan Páll Fanga.