Snellubátar fáa ikki tað heilt stóra

Várróðurin hevur ikki verið nakað at reypað av. Líkindini hava verið skiftandi. Tá roynandi hevur verið, hava bátar gjørt hampiliga góðar dagar, meðan aðrir hava fingið minni. Tað siga tey á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík

Útróður

Várróðurin hevur ikki verið so góður hjá klaksvíksbátum.
Úr Klaksvík verður sagt, at líkindini hjá bátunum at royna hava verið hampilig seinastu dagarnar, men fiskiskapurin hevur ikki verið hin heilt stóri.
Besti báturin í Klaksvík í mánadagin hevði góð 1900 pund, og tað er ein av bestu døgum við snellu higartil í vártíðini.
Á Landingarmiðstøð Føroya siga tey, at bátar hava ligið heilt niður í nøkur fá hundrað pund upp á dagin, men hjá summum bátum og ávísar dagar hevur veiðan eydnast betri.
- Várróðurin hevur ikki verið nakað at reypað av. Líkindini hava verið skiftandi, men tá so roynandi hevur verið, hava nakrir bátar gjørt hampiliga góðar dagar, meðan aðrir hava fingið minni.
Úr Klaksvík verður sagt, at flestu bátar, sum royna eftir várfiski við snellu á Norðhavinum, liggja um eitt kar upp á dagin, og eitt kar tekur eini 600 pund.
Snellubátarnir, sum royna eftir várfiski á Norðhavinum og sum Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík avgreiðir, eru einir 20 í tali, tá teir eru flestir.