Snildi ormsins- ein stór tøkk og ein viðmerking

Tøkkin gongur til Svein Askildsen fyri viðmerking hansara til teirra, ið standa handan felagsskapin Dialogus. Tú kennir, at orðini koma úr einum hjarta, sum elskar Frelsaran og sum harmast, tá roynt verður at sáa iva um einføldu trúnna, Bíblian boðar

Viðmerkingin er primert til svarið Svein far í Dimmu leygardagin. Snildisliga verða hugtøk vavd saman í royndini at gera menningarlæruna borðbara. Hetta sæst í sætta og sjeynda reglubroti, har hildið verður fast um páhaldið, at menningarlæran er og enntá dagliga verður prógvað. Men tá prógvini skulu førast, so verður bráddliga orðið vísindi brúkt aftur og aftur ístaðin fyri orðið menningarlæra, sum um talan er um eitt og tað sama.

Og tað er júst har vinir okra í Dialogos fara út av kós og gera grundleggjandi feilir sínar, tí vísind og menningarlæra hava als einki við hvønn annan at gera!

Hvønn dag virka vælútbúgvin trúgvandi um allan heim, eisini í Føroyum og í brøðrasamkomuni ( sum tykist standa fyri skotum), á vísindarligum grundarstøði, innan allar partar av vísind. Og neyvan hevur nakar okra trupulleikar við hesum virksemi, kanska tvørturímóti, tí vit gleðast yvir hann, sum bæði er grundarlagið undir trúgv okra og undir tí skaparverki, sum øll vísind hvílir á. Men eins trygg okur eru við ta vísind, Skaparin stendur aftanfyri, eins ótrygg, milt sagt, munnu flestu okra kenna okkum við sokallaðu menningarlæruna, sum als einki hevur við visind at gera, og enn minni við Harra vísindarinnar!

Menningarlæran, incl. apuhugsanir Darwins, er í besta føri vánaligar hypotesir, sum ein og hvør sjálvandi er frælsur at hava sínar hugsanir um. Men fátækur og ótryggur ert tú, um tú byggir, heilt ella partvíst, á hesar. Og ætlar tú tær at føra prógv fyri teimum, kemur tú at stríðast bæði leingi og úrslitaleyst, tí hvørki vísind ella trúgv koma tær til hjálpar.

Míni ráð til tey handan Dialogus, bæði trúgvandi, eins væl og teirra, ið beinleiðis avnokta trúnna eru, at tit sælu um og velja hin góðu lutin eina. Væl er hann lítismettur av summum , men hann heldur- bæði her og inn í ævinleikan. Og tað er hóast alt tað nógv týdningarmesta.