So amputeraði samgongan útbyggingina av Vágs havn við fullum stuðli frá Hergeiri og Jenisi

   

Tá málið um Vágs Havn var fyri í tinginum 18.03.03 til 3. viðger, hevði meirilutin í vinnunevndini uppskot um at 50 % av kostnaðinum, ella 9 mio skuldu verða avsettar tilsamans sum partur landsins í ger av djúp-og vinnuhavnini í Vági.
Bæði Jenis av Rana og Hergeir Nielsen sum eru partar av sitandi samgongu atkvøddu móti uppskotinum hjá meirlutanum í vinnunevndini at økja upphæddina til 9 mio kr.og sum heitti á løgtingið um at samtykkja uppskotið við broytingunum, soleiðis at 5 mio blivur goldnar í ár og 4 mio næsta ár .
Vágs havn bleiv ofra á fullveldis altaranum, tí báðir tóku undir vi upprunauppskotinum sum játtaði einans 5 mio til Vágs Býráð, til ger av Djúphavn.
Orsøkin til broytingaruppskotið hjá meirilutanum í vinnunevndini var, - at í viðmerkingunum til lógaruppskotið um avtøku av lógini um gera av samferðslu havn i Vági bleiv sagt at landið spardi tilsamans 13,5 (sum eru tær 18,5 minus 5 mio sum eru endurgjald til Vágs kommunu.)
Hetta vil við ørðim orðum siga, at landið ikki ætlar at veita tær 8-9 mio sum er helvtarupphæddin av byggingini av djúphavn, sum annars er sagt bæði fyri løgtingsmonnum og Vágs Býrað, men einans eina endaliga upphædd uppá 5 mio kr.
Tað er ongin heimild ella lóg sum loyvir/ heimilar at ein króna burtursæ frá teimum 5 mió verður játtað og at siga at tað alla tíðina hevur verið ætlanin at seta 4 mio afturat av á næstu fíggjárlóg eru í skrivandi stund einans luftkastellir, sum so nógv annað í hesi samgonguni.