So deiliga bygdasligt

BYGDARLÍV Hon hevur búð á mongum ymiskum støðum, bæði í Danmark, Onglandi og her í Føroyum, men í dag er Kvívík STAÐIÐ hjá kendu sjónleikarakvinnuni, Gunnvá Zachariasen. - Her í Kvívík, her vil eg búgva. Tað er so deiliga bygdasligt her norðuri, sigur 37 ára gamla havnardaman brosandi.

Kvívík: Millum tey mongu hugnaligu sethúsini í bygdini, standa eini eldri, hugnalig og svørt miðskeiðis í bygdini, beint við ánna.

Í stovuvindeyganum eru kertuljósini tendrað henda kalda og illfýsna mikudagin í farnu viku. Og innanveggja eru húsini hjá Gunnvá merkt av hugna, heimi og hita.

Klokkan er farin at nærkast middegi, og Gunnvá er júst afturkomin úr nýggja barnagarðinum í bygdini. Sonurin, sum verður átta mánaðir í dag, er júst byrjaður har, og skal so spakuliga og líðandi venja seg við eina tilveru á einum stovni.

Hann er nú lagdur at sova í barnavogninum uttanfyri, hóast høgættin hoyrist hervilig her í bygdini henda kalda fyrrapartin. Gunnvá er farin at fyrireika seg til dagsins arbeiði, sum millum annað inniber eina vitjan av tíðindatænastuni.

- Ja, hetta er eitt annað lív, sigur hon við einum brosi. - Tað er munur á at búgva í Havn og á bygd.

Hóast henda veruleika, saknar Gunnvá ikki býarlívið sum so, sjálvt um hon - sum hon tekur til - ikki bara kann leypa inn á Hvonn saman við vinum sínum, serliga ikki nú, ið hon er vorðin mamma.

- Her er næstan alt sum man hevur í Havn - bygdarhús, svimjihylur, skúli, barnagarður, skótar - um man líka sær burtursæð SMS. Eg hevði tó ynskt, at her var ein matvøruhandil.


Áin og brimið

At búgva á bygd er ikki ókent fyri Gunnvá. Hon er av góðum bergi brotin, tí pápi hennara kom úr Hesti og mamman av Borðuni.

- Eg plagdi sum barn onkutíð at búgva úti í Hesti, so hetta er ikki fremmant fyri mær, sigur hon.

Tað var sjálvandi við teirri avleiðing, at hon mátti velja býarlívið frá, um hon avgjørdi at keypa sær eini hús í Kvívík.

- Alt hevur sína tíð. Nú eri eg á einum ávísum staði í lívinum, og eg haldi meg ikki hava mist nakað sum helst við at búgva á bygd, slær hon fast.

Gunnvá sigur seg altíð hava havt ein romantiskan dreym um at búgva soleiðis, at hon annaðhvørt kundi hoyra tutlið úr ánni ella brimið bróta við strendur.

Her í Kvívík hevur hon í roynd og veru fingið bæði:

- Ja, eg skal bara opna vindeygað, so bæði síggi eg og hoyri eg ánna beint uttanfyri vindeygað og brimið. Og ætli eg mær ein túr niðan í hagan, so er hann beint við.

- Og skal eg vera heilt erlig, so hevði mær dámt væl at havt ein bát, soleiðis at eg kundi farið út at fiska, til dømis seið. Eg veit ikki, tað fer kanska at koma, sigur Gunnvá. 





Tað segði bara pling



Eftir at hava lært til sjónleikara, flutti Gunnvá heimaftur til Føroyar, við tí í hyggju at steðga her í eini 2-3 ár. 



- Hygg nú, hvussu skjótt tíðin gongur. Nú havi eg longu búð í Føroyum í meiri enn fimm ár, og tað gongur á triðja ári her norðuri, sigur hon við einum brosi.

Fyrstu árini leigaði hon sær bústað í Havn, men so líðandi vann tann hugsanin fram, um at fáa sær ein meiri varandi bústað. Tað stóð henni greitt, at tað illa loysti seg at halda fram við at leiga, tí tað var nærum sum at tveita peningin út gjøgnum vindeygað.

Gunnvá byrjaði í roynd og veru at hyggja sær eftir onkrum húsi uttanfyri Havnina, millum annað í Kvívík, her hon skjótt fekk gott eyga á einum húsum. Seinni vísti tað seg, at eini onnur hús her á Víkavegi 24 kundu keypast.

- Tá eg sá hetta húsið, segði tað bara pling alt fyri eitt. Eg bleiv beinanvegin forelskað í teimum. Tey vóru bæði hugnalig og høvdu haraftrat hjall, urtagarð, rabarbugarð, kjallara og alt sum hoyrdi til eini slík hugnalig hús.

- Eg hevði sett mær eitt hægstamark fyri at kunna keypa eini hús, men tá eg so bjóðaði uppá tey, var prísurin faktist lægri enn tað, sigur Gunnvá sum yvirtók húsini á sumri 2008.

Hóast hetta var ivaleysa langt úr Havnini, so var tað - sum hon sjálv tekur til - styttri teinur higar, enn tað hevði verið, um hon skuldi búð í Vestmanna. - At skula búð har, hevði nokk verið at spent elastikkið í meira lagi, um ein altso skuldi flutt sooo langt frá høvuðsstaðnum.


Tað øvugta

Gunnvá gjørdi sær sjálvandi sína hugsan um fyrimunir og vansar við at flyta úr Havnini og norður til Kvívíkar.

Tað vóru tær røddir, sum ráddu henni frá hesum: - Altso, Gunnvá, tað mást tú forstanda: Kvívík er so langt frá Havnini; tað er so strævið at skula koyra fram og aftur á hávetri; har er eingin matvøruhandil; ein havnardama fór ikki at trívast í eini so lítlari bygd; nei, hon fór bert at støðast her í nakrar fáar mánaðir, so fór hon at gerast deyðatroytt av lívinum á bygd.

- Tja, eg veit ikki, - eg geri ofta júst tað øvugta av tí sum onnur siga, og eg hoyrdi eisini nógv fyri tað, tá eg so flutti norður. Men satt at siga, so innstillar man seg uppá tað. Soleiðis er tað bara, - eg meini so við: Hvat er tað at koyra 20 minuttir til Havnar?

- Heilt erliga, so elski eg henda koyritúrin norðuraftur um kvøldið eftir ein loknan arbeiðsdag. Fyri meg er hesin túrurin so deiliga avslappandi, greiðir Gunnvá íðin frá.

Hon leggur aftrat, at hon so líðandi eisini er vorðin eins bygdaslig og onnur. Hon tímir ikki at ganga ov leingi runt í Havnini og tvassa.

- Nei, tá eg havi verið har í eina tíð, so vil eg bara sleppa heimaftur sum skjótast.




Havnarfólk á bygd

Um somu tíð sum Gunnvá Zachariasen gekk og hugsaði um fyrimunir og vansar við einum húsakeypi í Kvívík, vóru menn farnir undir at byggja ein nýggjan og stóran barnagarð í bygdini. Hetta taldi eisini við á pluss-síðuni hjá Gunnvu, sum tá var við barn.

Eftir at hon hevði átt, kom hon við í ein mammubólk her í bygdini, og gjørdi tað eisini sítt til at hon hevur trivist so væl.

Tað sjáldsama við hesum bólkinum er, at mammurnar eru úr Kvívík, Skælingi, Leynum og Stykkinum. Og so er ein onnur havnardama, sum býr beint niðanfyri hjá mær, eisini við í hesum mammubólki.

- Eg trúgvi eisini, at júst gjøgnum børnini fara vit at fáa samband við onnur her í bygdini, sigur Gunnvá, sum er í parlagi við Henrik S. Nielsen.

Nevnast kann eisini, at millum tey mongu havnarfólkini í Kvívík er sóknarpresturin, Theodor Olsen, sum annars er hoyvíkingur.





Reinsan á palli

Tað er fyrst og fremst sum sjónleikara, at fólk munnu kennast við navnið Gunnvá Zachariasen.

Seinastu tíðina hevur hon tó ikki staðið á palli, orsakað av barnsburðinum. Nú er sonurin sloppin í barnagarðin í heimbygdini, og høvið verður aftur at fara undir starv sítt sum sjónleikari.

Longu til várs skal hon í holtur við tann fyrsta leikin, men tann leikurin sum hon man gleða seg uppaftur meiri til, er tann sum verður framførdur á Tjóðpalli Føroya til heystar.

- Tað er leikurin sum í donsku bókaútgávuni eitur “Renselse” eftir finsku Sofi Oksanen. Hann var upprunaliga skrivaður til pall, men seinni útkomin sum skaldsøga. Henda leikin gleði eg meg alvorliga til, sigur Gunnvá sum enn ikki er greið yvir, hvønn leiklut hon fær.

- Men eg eri í øllum førum biðin at spæla við, sigur Gunnvá spent á málinum.