Bygdastevna verður á Skála fríggjadagin og leygardagin komandi, 22. og 23. juni.
Ítróttur er í miðdeplinum á stevnuni, sum byrjar fríggjakvøldið klokkan 18 við einum braki av eini kommunuuppgerð millum Skála og NSÍ í Betri-deildini hjá monnum.
Tey, sum vilja síggja bæði dyst og spæla Gekk, hava møguleikan at fara í kafeteria í ítróttarhøllini beint eftir dystarlok, har Gekkurin verður vístur á stórskíggja.
Á skránni fríggjakvøldið er annars grillhugnakvøld, tombola og barnabio, og klokkan 21 fer Signar í Homrum at framføra.
Fríggjakvøldið klokkan 21.30 fer borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, at flyta fram stevnurøðu á Skála.
Eftir setanina fríggjakvøldið, verður fyrst felagssangur í kafeteria, og seinni um kvøldið verður dansur við FourMENh.
Leygardagurin byrjar við felags morgunmati í kafeteria í ítróttarhøllini. Fleiri fótbóltsdystir verða í yngru deildunum, og klokkan 15 leygardagin verður dystur í 1. deild hjá monnum millum Skála og B68.
Um heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu - www.runavik.fo - sæst skráin fyri bygdasteevnuna, sum verður á Skála um vikuskiftið.