So er Dávur Juul aftur á rókini í Fuglafirði

Síðan hin 13. januar hevur Eyðun á Lakjuni verið virkandi borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Dávur Juul røkir nú aftur starvið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, eftir at hann hevur verið burturstaddur síðan hin 13. januar í ár.

 

Meðan borgarstjórin hevur verið í Danmark í sjúkraørindum, hevur Eyðun á Lakjuni verið virkandi borgarstjóri í kommununi.

 

- Vit ynskja borgarstjóranum vælafturkomnum og takka varaborgarstjóranum fyri tíðina, siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.

 

Stutt eftir, at Dávur Juul var farin til Danmarkar, skrivaði hann á sínari Facebook-síðu, at talan var um trupulleikar við knænum.