So er Henrik leysur

Østykke tryggjaði sær um vikuskiftið uppflyting, so nú hava Føroyar aftur ein landsliðsvenjara í fótbólti

Danmark

Um vikuskiftið gjørdist greitt, hvørjir tveir av teimum trimum uppflytarunum til donsku 1. deild verða.
Oddaliði í deildini, Skjold, vann leygardagin sín dyst, og staðfesti harvið, at teir í øllum førum gerast nummar trý í deildini, og sunnudagin gjørdi Ølstykke teimum kynstrið eftir, tá teir vunnu útidystin móti Glostrup 2-1, samstundis sum Holstebro á fjórða plássi spældi javnleik.
Úrsltini innibera, at Ølstykke nú hevur 10 stig fleiri enn Holstebro, og við trimum dystum eftir at spæla eru teir sostatt vísir í uppflytingini.

Henrik leysur
Einki er at siga til, um føroysku fótbóltsbossarnir vóru fegnir, tá teir frættu um úrslitið.
Vissan um uppflyting ber nevnliga við sær, at Henrik Larsen nú letur Benny Johansen fáa ábyrgdina av liðnum hjá Ølstykke, og at Henrik sostatt kann fara at hugsa um føroyska landsliðið.
Sáttmálin, sum Henrik og FSF gjørdu herfyri tók annars ikki við fyrr enn 1. juli, men partarnir høvdu tó avrátt, at um Ølstykke vissaði sær uppflyting áðrenn seinasta leikda, so hevði venjaranum frítt at fara.
Fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaranum verður longu í august mánaði, og tí er einki at siga til, um hann fegin vil síggja nøkur umfør av føroysku kappingini undan steðginum, so hann kann meta um, hvørjar leikarar hann skal gera nýtslu av.