So er klárt til bólkaspælið

Eftir at seinastu dystirnir í undankappingini vórðu spældir mikukvøldið, er nú greitt, hvørji lið verða í pottinum, tá lutakastið til bólkaspælið í UEFA Champions League verður.
16 lið vórðu alt fyri eitt koyrd í pottin, og síðani hava meistarar og næstan meistarar úr limalondunum hjá UEFA stríðst um seinastu 16 plássini, sum hvørt hava eitt virði, sum fer at nærkast teimum 100 mió kr.
Av norðanlondum er tað bara norska Rosenborg, sum er at síggja í bólkaspælinum. Teir høvdu annars sera trupla uppgávu, men hóast vánaligu avrikini í heimligu kappingini, so megnaðu teir at basa rumensika Steaua Bucharest. Hivnegin eydnaðist hvørki Våleranga, Brøndby ella Malmö FF at vinna seg víðari, og mugu tey tí taka til takkar við plássi í bólkaspælinum í UEFA-Cup kappingini.
Annars verður talan hesa ferð um fimm lið, sum ongantíð áður hava roynt seg í bólkaspælinum. Tey eru Villarreal og Betis úr Spania. Udinese úr Italia, FC Thun úr Sveis og so FC Artmedia Bratislava úr Slovakia, sum hevur verið tann heilt stóra sensatiónin í undankappingardystunum í ár.
Liðini verða bólkað í fýra styrkisbólkar, og er bert eitt lið úr hvørjum styrkisbólki í hvørjum bólkinum. Hartil er ásett, at lið úr sama landið ikki kunnu koma í bólki við hvørjum øðrum. Undantakið eru tó verjandi meistararnir úr Liverpool, sum soleiðis kunnu koma í bólki við Chelsea, sum enn ikki hevur vunnið sær styrkismeting millum tey átta ovastu.
Liðini í ymsu styrkisbólkunum eru annars hesi.
Bólkur 1: Real Madrid CF, AC Milan, FC Barcelona, Liverpool FC, Manchester United FC, FC Internazionale, FC Bayern München, Arsenal FC.
Bólkur 2: FC Porto, Juventus FC, PSV Eindhoven, Olympique Lyonnais, Panathinaikos FC, Chelsea, Villarreal, AFC Ajac.
Bólkur 3: Club Brügge KV, RSC Anderlecht, Olympiacos, FC Schalke 04, AC Sparta Praha, LOSC Lille Métropole, Rangers FC, Werder Bremen.
Bólkur 4: SL Benfica, Rosenborg BK, Real Betis Balompié, Udinese Calcio, Fenerbahce SK, SK Rapid Wien, FC Thun, FC Artmedia Bratislava.