So er klárt til G!

Skráin yvir tónlistarligu framførslurnar á G! er nú almenn og liggur á heimasíðuni hjá tiltakinum.

 

Tað er 11. ferð G! Festivalurin verður hildin. Høvuðsnøvnini eru Tim Christensen & The Damn Crystals úr DK, Veronica Maggio úr Svøríki og John Grant úr USA. Millum hini útlendsku nøvnini eru Raske Penge úr DK, Amsterdam Klezmer Band úr Hollandi, Retro Stefson úr Íslandi, Nanook úr Grønlandi og Kapten Rød úr Svøríki. Millum føroysku nøvnini eru Eivør, Frændur, Hamferð, Høgni Lisberg, 200 og Guðrið Hansdóttir.

 

Tilsamans eru 50 framførslur á trimum pallum yvir tríggjar dagar við bæði útlendskum og føroyskum bólkum. Tónleikurin byrjar hósdagin kl 16.00. Tjaldingarøkið letur kl 18. mikukvøldið. Longu frá í dag, mánadegi, kunnu fólk fáa sett armbond á í SMS har framførslur við Lyon, JPF Soundsystem (DK) og Hogna vera næstu dagarnar.

 

 

Skráin fyri ársins G!Festival kann síggjast á www.gfestival.com