So er næstan liðugt til jóla

Eitt línuskip og tvey pør eru til fiskiskap. Tey landa helst mánadagin. Restin av flotanum liggur við bryggju.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki tær stóru ráfiskanøgdirnar fram til jóla.

 

- Eitt línuskip og tvey partrolarapør eru til fiskiskap. Tey landa helst mánadagin. Restin av flotanum liggur við bryggju.

 

Teir, sum eina smáu trolbátarnar, hugsa um at fara út millium jól og nýggjár, men ivasamt er, um allir loysa.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey seg hava fingið at vita frá Faroe Ship, at túrarnir 22. desember og 29. desember ikki verða sigldir, men eftir tað verður siglt aftur eftir ferðaætlanini.

 

- Hjá Smyril Line siga tey, at Norrøna kemur at liggja alla høgtíðina, men fer úr Føroyum aftur 2. januar 2015., sigur marknaðurin, ið annars hevur opið sum vanligt.