So er tað »Rita«

Bara tríggjar vikur eftir at ódnin "Katrina" oyðilegði stór øki í amerikonsku suðurstatunum, er tann næsta á veg. Hon kann gerast líka ring

Tann stóri spurningurin er, hvussu nógv "Rita" fer at versna, nú hon er á veg tvørtur um Meksikanska Flógvan, har sjógvurin er rættiliga heitur.
Eins og "Rita" bar "Katrina" fyrst við Florida, men tá var hon ein av teimum veiku ódnunum. Uppi yvir Meksikanska Flógvanum menti hon seg til eina av teimum hørðu ódnunum og elvdi til ta størstu náttúruvanlukkuna í nýggjari amerikanskari søgu. Minst 973 fólk lótu lív, og fólk í tíggjutúsundatali í statunum Louisiana, Mississippi og Alabama mistu hús og heim. 80 prosent av býnum New Orleans stóð undir í vatni, og fólk eru ikki sloppin til hús enn.
- Vit kunnu ikki siga, at "Rita" er eitt avrit av "Katrinu", men tær líkjast nógv, og munurin er ikki stórur, segði Frank Lapore á amerikonsku veðurstovuni í gjár.
Enn duga teir amerikonsku serfrøðingarnir ikki at siga, hvussu ring "Rita" verður, og hvar hon fer at koma inn yvir land. Tær flestu útrokningarnar vísa kortini, at hon verður í flokki trý, tá hon verður miðskeiðis í Meksikanska Flógvanum, men aðrar útrokningar siga, at hon verður í flokki fýra.
Tað er ikki óhugsandi, at hon fer at bera við land á New Orleans-leiðini, men tað er mest sannlíkt, at hon fer inn yvir land í Texas. Ein útrokning vísir, at hon helst fer í land við býin Houston, har 273.000 fólk búgva, og sum júst nú hýsir fleiri túsund av teimum, sum vórðu flutt úr New Orleans. Houston er oljubýur og kann verða sera meint raktur, tí ódnin verður helst upp á tað ringasta, tá hon kemur hagar, siga veðurmenninir.
Býarmyndugleikarnir í New Orleans ætlaðu at lata fólk sleppa at flyta heimaftur hesa vikuna, men George W. Bush, forseti, segði nei.
- Vit mugu síggja veruleikan í eyguni, sjálvt um tað sær út til, at "Rita" fer í land longri vesturi enn "Katrina". Í øllum førum er vandi fyri, at hon kann elva til nýggja vatnflóð í New Orleans, og tað noyðast vit at taka til eftirtektar, segði Bush mánadagin.