Hondbóltur
At tað kann ganga skjótt hvønn vegin í ítrotti, er mansliðið hjá VÍF eitt sera gott dømi um.
Hetta kappingarárið hevur orðið »kreppa« ferð eftir ferð verið heft á mansliðið hjá VÍF, sum hevur havt sítt vángaligasta kappingarár í mannaminni. Ikki minst mundi stórtapið á heimavølli fyri Kyndli í januar mánað undirstrika, at liðið so langt ífrá hevði fortíðarinnar styrki, og tá hetta bara eina viku seinni varð fylgt upp av einum greiðum tapi inni á Skála, tóktust allar vónir um bara at fáa heiðursmerki at vera burturi.
Soleiðis var støðan fyri bara fýra umførum síðani, men síðani tá er nógv broytt. VÍF hevur í fýra dystum fingið átta stig og málmunurin í hesum dystum hevur verið somikð sannførandi sum 128-98. Tá hini liðini, sum annars tóktust vera tey, ið skuldu stríðast um heiðursmerkini, samstundis hava kappast um at tveita stig burtur, er VÍF brádliga at finna á øðrum plássinum, har teir sjálvir kunnu gera av, hvussu lagnan skal verða.
Sunnudagin var tað H71, sum stóð fyri skotum, og tað var heilt skjótt greitt, at hetta var ein dystur, sum VÍF ætlaði at vinna. Motivatiónin mundi ikki vera minni, nú Kyndil og Neistin bæði høvdu mist stig, og uttan at hoyvíkingar fingu vart seg soleiðis stórvegis, fekk VÍF bygt sær eina hampuliga trygga leiðslu.
Og at humørið hjá VÍF er í topp í løtuni, fingu hoyvíkingarnir eisini at kenna í seinna hálvleiki. TÍ hóast tryggu leiðsluna, so fóru vestmenningarnir ongan tíð niður í gear. Heldur settu teir veruligan trum á seinasta korterið, har H71 snøgt sagt varð trumlað niður, og einasta vápnið frá teirra síðu tóktist vera ónollur av ymsum slag, sum tó ikki fingu sett skeinur í sigurin hjá VÍF og nývunna 2. plássið.
Dytsurin í tølum
H71-VÍF 26-37 (12-18)
Málskjúttar
H71: Henrik Gerster 8(6), Heini Bendtsen 6, Halgir Dahl Olesen 5, Kristian Eli Zachariasen 3, Johnny Durhuus 2, Eyðun Jensen 1, Bárður Brimvík 1
VÍF: Ingi Olsen 10, Johnny Joensen 8, Sámal Joensen 5(2), John Zachariassen 4, Carl Jóhan Djurhuus 4, Harald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 2(1), Daniel Rápa 1
Brotskøst: H71 7, VÍF 4
Útvísingar: H71 5, VÍF 5
Diskvalifikatión: H71 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen.