So eru rørini tikin upp aftur úr Sundsá

Áin á Sundi, Sundsá, líkist nú aftur sær sjálvaro. Tí nú eru rørini og tilfarið, sum varð lagt í ánna flaggdagin, tikið uppaftur.

 

Tað var meðan flaggdagshald var á Vaglinum í Havn, at farið varð undir at fylla tilfar í ánna soleiðis, at lastbilar kundu koyra um ánna við gróti.

 

Tað var ein einmælt samtykt hjá Tórshavnar kommunu 30. november í fjør, at kommunan keypir tilfar úr Eysturoyartunlinum og brúkar til at gera havnarlagið á Sundi, sum verður tríggjar ferðir so stórt, sum tað er í dag.

 

26. apríl segði forkvinnan í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Turið Horn, við in.fo, at arbeiðið varð steðgað, og at tilfarið skuldi takast uppaftur úr ánni. Hon segði eisini, at tey sama dag fóru at hava samgongufund, har meirilutin í Tórshavnar býráð fór at taka støðu til, hvar grótið nú skuldi leggjast.

 

Síðani tá hevur Turið Horn ikki vilja gjørt viðmerking til grótið, men bara sagt, at áin og ósin verða varðveidd.

 

Bogi Andreasen, sum er formaður í vinnu- og havnarnevndini hevur sagt púra greitt, at ætlanin við havnarlagnum á Sundi verður ikki broytt. Uttan tað, at tey fara at gera ein grønan geira millum havnarlagið, sum er har í dag og nýggja havnarlagið upp á 4-6 metrar fyri soleiðis at verja ánna og ósan. Hann segði, at tey nú skuldi fáa greiðu á, hvussu samband skuldi fáast millum verandi havnarlag og nýggja havnarlagið – helst við eini brúgv um ánna.

 

Støðan á Sundi í dag er tann sama, sum hon var áðrenn flaggdagin, at tilfarið er tikið upp úr ánni aftur.

 


Myndirnar niðanfyri vísa, hvussu tað sá út, eftir at rør vórðu løgd í Sundsá flaggdagin.