Eftir at tað ikki hevur eydnast Kyndil í nærum tvey ár at vinna á hoyvíkingum, bragdaði tað endiliga aftur hjá teimum grønu leygardagin. Í einum jøvnum og intensum dysti vann Kyndil við trimum málum, hóast H71 var á odda í hálvleikinum.
Gerster skaddur
Fyrstu løtuna av dystinum gekk rættuliga javnt á, men Kyndil tók líðandi yvir. Hoyvíkingar vóru fyri tí óhepni, at leikandi venjari teirra, danin Henrik Gerster, tíðliga í fyrra hálvleiki var fyri tí óheppi at bekla illa, og í H71 vænta teir ikki at síggja danan aftur á vøllinum fyribils. Hetta var sjálvsagt ein smeitur fyri hoyvíkingar, tí Gerster hevur nógv at siga fyri liðið, bæði í álopi og í verju.
Dysturin var eitt sindur óvanligur, skilt á tann, at liðini skiftust um at hava góðar periodir. Um miðjan fyrra hálvleik fór Kyndil frá H71, og upp á átta minuttir fóru teir frá javnleiki 4-4 upp á eina 12-6 leiðslu. Fleiri væntaðu kanska, at hetta fór at gera tað av við gestirnar, men so var ikki. Hoyvíkingar funnu tann tiltikna stríðsandan fram, sum teir annars hava saknað í fleiri av teimum seinastu dystunum, og bert tíggju minuttir seinni stóð á jøvnum 14-14. Hesa løtuna var tað serliga rumenski leikarin hjá H71, Piti Negru, ið gjørdi vart við seg, og ferð aftaná ferð langaði hann bóltin í meskarnar aftan fyri Johan Danielsen í Kyndlamálinum.
Tá ið so Esbern Patursson í seinastu løtu av fyrra hálvleiki fekk skorað fyri H71, vóru tað hoyvíkingar, sum kundu fara til hálvleiks við einari teprari 15-14 leiðslu.
Flúgvandi kyndilsmenn
Hvat teir báðir venjararnir hjá Kyndli, Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava sagt við sínar menn í hálvleikssteðginum, er ilt at vita, men undir øllum umstøðum løgdu føroyameistararnir bragdliga fyri eftir steðgin.
Kyndil var snøgt sagt flúgvandi fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og eftir at hava verið aftan fyri við einum máli í steðginum, fingu teir vent støðuna til, at teir vóru á odda við seks málum, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin. Hesa løtuna kostaði tað hoyvíkingum dýrt, at teir fingu ikki færri enn tríggjar útvísingar innan fyri stuttari løtu.
Hetta mundi gera enda á sigursvónunum hjá hoyvíkingum, men teir eiga tó framvegis heiður uppibornan fyri, at teir ikki góvu skarvin yvir. Teir stríddust manniliga, og teir fingu eisini bøtt munandi um støðuna.
Enn einaferð var tað Piti Negru, ið gekk á odda hjá H71, og við fleiri av sínum eyðkendu dundurskotum var hann ein av høvuðsorsøkunum til, at H71 upp á einans 10 minuttir fekk minkað um munin, soleiðis at støðan einans fimm minuttir fyri leiklok var ein tepur 26-24 leiðsla til Kyndil.
Men Kyndil vildi ikki lata seg lumpa enn einaferð av hoyvíkingunum, og teir fingu tí svara aftur og fingu økt um leiðsluna upp í fýra mál, og so var tíðin um at verða farin, og hóast Halgir Dahl-Olesen fekk pyntað um úrslitið fyri gestirnar, so høvdu kyndilsmenn endiliga tryggjað sær ein kærkomnan sigur á H71.
Sær gott út hjá oddaliðnum
Við sigrinum á H71 heldur Kyndil fast í oddasessinum við betri málurtøku enn vestmenningar. Harafturat man lítið verða at ivast í, at sigurin leygardagin er ein sálarlig innspræning hjá teimum grønu, sum leingi hava havt eitt slag av einari sálarligari forðing í hoyvíkingum, sum teir hava havt so ómetaliga torført við at vinna á. Hetta fer óivað at geva Kyndli enn meiri sjálvsálit, og tað er ein sannroynd, at eitt lið, sum hevur undanvind og sjálvsálit, er ógvuliga trupult at basa.
Hoyvíkingar eru hinvegin fullkomiliga steðgaðir upp eftir eina sera góða byrjan upp á kappingarárið. Nú hava teir tapt fleiri dystir á rað, og hóast teir leygardagin aftur funnu tann eyðkenda stríðsandan fram aftur, so rakk hetta ikki til ein sigur á Kyndli. Harafturat fekk Henrik Gerster skaða, ið kanska ger, at vit ikki fara at síggja so nógv aftur til hann á vøllinum í ár, og tað er uttan iva ein dyggur smeitur hjá H71. Hinvegin kunnu teir í Hoyvík nú fegnast um, at Heini Bendtsen aftur var at síggja á liðnum, eftir at hann ikki hevur spælt í eina tíð vegna skaða.
Komandi vikuskifti hava hoyvíkingar aftur eina trupla uppgávu, tá ið teir fáa vitjan av vestmenningum í Hoyvíkshøllini. Kyndil fær eina á pappírinum heldur lættari uppgávu, tí teir fáa á Hálsi vitjan av KÍF, sum tó hevur spælt teimum eitt puss fyri í ár.
Kyndil-H71 29-26(14-15)
Kyndil: Høgni Klein 6(1), Jakob Jónsson 5, Rókur Akralíð 4, Josef Abrahamsen 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Finnur Hansson 3, Ragnar Stakksund 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Hans A. Thomsen 1
H71: Piti Negru 9(2), Halgir Dahl-Olesen 5, Johnny Durhuus 4, Olaf Vesturgarð 2, Esbern Patursson 2, Niels V. Niclassen 2(2), Høgni Joensen 1, Henrik Gerster 1
Brotskøst: Kyndil 4(2), H71 6(4)
Útvísingar: Kyndil 6, H71 4
Dómarar: Kári Hansen og Jotic Zeljko - komu væl frá eini truplari uppgávu.
Áskoðarar: 235