So fekk Ísland tær 300 milliónirnar

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og íslenski fíggjarmálaráðharrin Steingrímur J. Sigfusson undirskrivðu endaligu lániavtaluna millum Føroya Landsstýri og íslendsku stjórnina mánadagin

Avtalan veitir íslendsku stjórnini 300 milliónir krónur í láni frá føroyska landskassanum. Steingrímur J. Sigfusson, íslendski fíggjarmálaráðharrin, var sera fegin um avtaluna. Hóast 300 milliónir krónur ikki endurreisa íslendska búskapin, so helt hann hetta vera eitt sera tíðandi stig á leiðini.


- Um hini norðurlondini gera tað sama – og eisini Pólland og Russland, so hava vit nóg mikið av pengum at endurreisa búskapin, segði Steingrímur J. Sigfusson.


Lánið er veitt sum stuðul til búskaparætlanina hjá íslendsku stjórnini. Ein ætlan, sum hevur til endamáls at fáa javnvág aftur í íslendska búskapin eftir fíggjarkreppuna, sum rakti landið seinasta heyst. Føroyska lánið skal styrkja gjaldoyrisgoymslur Íslands.

Lánið úr Føroyum er langfreistað og hevur lagarligar treytir.

Hetta er fyrsta lánið til Ísland av hesum slagi. Altjóða Gjaldsoyrisgrunnurin, IMF, hevur játtað eitt lán upp á 2.100 milliónir dollarar. Harafturat hava hini Norðurlondini – Danmark, Finland, Noreg og Svøríki – givið lyfti um gjaldsoyralán til Íslands upp á í alt 2.500 milliónir dollarar. Íslendska stjórnin er í samráðingum við hesi lond um lánstreytir. Samráðingar eru eisini við Pólland og Russland um sama slag av gjaldoyraláni.


Lániavtalan millum Føroyar og Ísland var undirskrivað í Fíggjarmálaráðnum av Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum og Steingrími J. Sigfússyni, fíggjarmálaráðharra.


Á arbeiðsvitjanini hjá íslendska fíggjarmálaráðharranum vóru eisini Svein Harald Øygard, stjóri í Seðlabankanum, Jón Sigurðsson, formaður í samráðingarnevnd Íslands um gjaldoyralán og Sturli Pállson, forstjóri í atltjóðadeild Seðlabankans.