Á midnátt í gjár kom væl umtókta fótbóltsspælið, FIFA 17, út á gøturnar. Eins og aðrastaðni í heiminum bleiv nógv gjørt burturúr hesum í Føroyum, tí at bæði Elding og Expert í Tórshavn høvdu midnáttaropið, har ein hópur av fólki, serliga ungir dreingir, stóðu í kø fyri at fáa nýggja spælið.
Føroyska landsliðið er ikki við í spælinum, men tað eru fimm føroyskir leikarar. Teir eru Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson, Brandur Hendriksson og Jákup Thomsen.
Vit hava hugt nærri eftir teirra tølum. Gjøgnumgangandi fyri allar føroysku leikararnar er, at teirra bestu dygdir, sambært EA Sports, eru í tí kropsliga heldur enn í bóltsliga spælinum.
Hallur Hansson - 63 - LM
Føroyski landsliðsmiðvallarin er skrásettur sum miðvallari í vinstru síðu, har hann eisini vanliga spælir hjá AC Horsens. Við 63 í samanlagdari styrkimeting er Hallur Hansson besti føroyingurin í spælinum. Størsta styrkin hjá Halli er hansara balansa, har hann hevur 82 í hesum sereginleikanum. Hallur Hansson er eisini rættiliga skjótur at koma upp í ferð, tí at í ferðøking (Acceleration) hevur hann 76. Triðbesti eginleikin hjá Halli Hansson er ágongd (Aggression), sum er 75.
Jóan Símun Edmundsson - 61 - RM
Føroyski landsliðsáleyparin er skrásettur sum miðvallari í høgru síðu, ið er plássið, sum hann aloftast spælir hjá OB. Jóan Símun Edmundsson hevur 61 í styrkimeting, og er hann sostatt næstbesti føroyingurin. Størsta styrkin hjá toftamanninum er hansara fimi (Agility), sum er 78. Jóan Símun Edmundsson er næstan líka skjótur upp í ferð sum Hallur Hansson, har hann hevur 74. Triðbesti eginleikin hjá honum er spurtur, har hann hevur 67.
Brandur Hendriksson - 59 - CM
Ungi landsliðsmiðvallarin, ið spælir við Randers, hevur 59 í styrkimeting og er skrásettur sum sentralur miðvallari, ið altíð hevur verið hansara vanliga pláss. Besti eginleikin hjá Brandi er balansan, har hann hevur 81. Eisini liggur væl fyri at fara upp at skalla, tí at Brandur Hendriksson hevur 73 í at hoppa (Jumping). Triðbesti eginleikin hjá Brandi er hansara megi (Stamina), sum sigur 69.
Gilli Rólantsson - 58 - LB
Nýggi leikarin hjá Brann hevur 58 í styrkimeting og er skrásettur sum vinstri bakkur. Tó vita vit, at hann eisini kann røkja onnur pláss. Gilli er nógv tann skjótasti føroyingurin í spælinum, har hann hevur 84 í spurti. Hann er eisini tann skjótasti at koma upp í ferð, tí at ferðøkingin sigur 79. Triðbesti eginleiki hansara er styrki, har hann hevur 70.
Jákup Thomsen - 55 - ST
Síðsti føroyingurin í FIFA 17 er U21-landsliðsáleyparin, ið til dagliga spælir við FC Midtjylland, Jákup Thomsen. Jákup Thomsen hevur framvegis til góðar at sleppa inn á vøllin í Superliguni, og tí er tað nokk eiheldur løgið, at styrkimetingin hjá honum ikki er hægri enn 55. Størstu styrkirnar hjá Jákupi eru at hoppa og hansara egna styrki, ið bæði eru á 70. Triðbesti eginleikin hjá Jákupi Thomsen er spurtur, har hann hevur 68.