So gjørdist Djóni aftur arbeiðsleysur

So hendi tað enn einaferð, at Djóni Nolsøe Joensen, ikki er tingmaður meira fyri Javnaðarflokkinum

Nú Rigmor Dam fór frá sum landsstýrisfólk, tekur hon uttan iva við sum løgtingskvinna aftur. Og tað merkir, at so má Djóni Nolsøe Joensen enn einaferð víkja sæti, tí hann er tann síðstvaldi av teimum fýra varatingfólkunum, sum í løtuni røkja løgtingssessirnar hjá teimum fýra, sum eru í landsstýrinum.

 

Djóni Nolsøe Joensen er nummar 13 á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Hann fekk 135 atkvøður á seinasta løgtingsvali. Saman við Helenu Dam á Neystabø, Jónleif Johannesen og Kristionnu Winther Poulsen hevur hann verið varamaður á tingi hetta valskeiðið. Sjúrður Skaale er annars nummar 11 á listanum, so hann kundi havt sæti, men hann hevur latið tað frá sær, so leingi hann er í Fólkatinginum.

 

Roknast má við, at Rigmor Dam tekur sæti á næsta tingfundi, sum ikki er ásesttur enn, men sum nakað skjótt. Djóni Nolsøe Joensen missir tá bæði sætið og lønina. Rigmor Dam fær løn sum landsstýrisfólk í hálvt ár. Men hon fær tó ikki dupulta løn, so sum tað var áður. Hon fær tingfólkalønina og tað sum manglar í upp til landsstýrislønina frá landsstýrinum.

 

Varafólk, sum á henda hátt missa sæti frá degi til dag eru illa vard og fáa onga uppsagnarløn.

 

Spurningurin er so, um Javnaðarflokkurin finnur nýtt landsstýrisfólk úr tingbólkinum. Um so er, so kemur Djóni Nolsøe Joensen aftur á ting, men tað ganga uttan iva nakrar vikur.

 

Verður tað persónur úr tingmanningini, so verður tað onkur av varafólkunum, Helena Dam á Neystabø, Jónleif Johannese ella Kristianna Winther Poulsen – ella Djóni sjálvur. Tað er greitt, at eingin er eftir millum tey átta valdu tingfólkini, sum kann fara í landsstýrið fyri Javnaðarflokkin tað sum eftir er av valskeiðnum.