So hendi tað - ein persónur farin í sóttarhald

Nógvir føroyingar hava ávarað móti júst hesari støðuni

Ein persónur, sum kom við flogfarinum hjá Atlantsflogi seinnapartin, er nú farin í sóttarhald. Vandið er nevniliga fyri, at persónurin er smittaður við coronavirus, tí hann hevur sjúkueyðkenni. 

Hetta upplýsti landslæknin fyri Kringvarpinum fyri løtu síðani.

Sambært Kringvarpinum eru royndir tiknar av viðkomandi, og úrslitið skal eftir ætlan vera klárt í morgin.

Um tað verður staðfest, at persónurin er smittaður, so verða teir persónarnir, ið sótu tætt við viðkomandi umborð á flogfarinum, eisini bidnir um at fara í sóttarhald. Men hesi fólkini eru fyribils farin til hús, skilir Kringvarpið.