So hevði verið tómligt í klassanum hjá Henriki Old

Vit krevja alt ov nógv av børnum og ungum í dag, halda fleiri løgtingslimir

Løgtingið hevur akkurát samtykt at játta 4,6 milliónir krónur soleiðis at ókeypis sálarfrøðiliga hjálpin til tey 15-35 ára gomlu kann halda fram. Tað hevur verið slíkur gravgangur eftir at fáa sálarfrøðiliga hjálp, at pengarnir eru longu uppi í summar – og tinglimir spurdu seg sjálvan um tað var eitt tekin um, at hetta var væleydnað, ella um tað var eitt tekin um, at okkurt var púra galið í samfelagnum, tá ið so nógv fólk hava brúk fyri sálarligari hjálp.

 

Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, vóru tað fleiri tinglimir sum halda, at vit seta alt ov stór krøv til børn og ung í dag. Ein av teimum var Henrik Old, sum minnist aftur á, tá ið hann gekk á skiparaskúla. Hann segði, at høvdu somu krøv verðið sett til karakterir tá, sum tað vera nú, hevði verið ómetaliga tómt í klassanum, tí so vóru tað bara einir tríggir fýra, sum høvdu sloppið inn – og so hevði føroyski fiskiflotin verið allar hesar yvirmenninar fyriuttan.

 

At tað eru 4.000 ungfólk, sum søkja sær sálarfrøðiliga hjálp í heimsins besta landi, sigur okkum, at so er okkurt galið. Aðrir tinglimir førdu fram, at børnini ganga alt ov leingi í skúla um dagarnar, tí teir seinastu tímarnar kemur lítið burturúr, tí tá eru børnini útlúgvað.

 

Tinglimir halda somuleiðis, at tað er ikki serliga mennandi fyri smábørn, at tey eru átta, níggju tímar á vøggustovu og barnagarði um dagarnar. Tá er samfelagið ikki innrættað fyri barnsins besta, men fyri at lúka krøvini hjá arbeiðsmarknaðinum, hildu tinglimir og tí verður tað  neyðugt við nýhugsan. 

 

Tinglimir halda eisini, at rætta leiðin er at fáa sálarfrøðingar í starv á skúlunum, so at trupulleikarnir kunnu verða uppdagaðir beinanvegin.