Hóast tað til tað allarsíðsta sá út til at ganga sera striltið, so varð nýggj samgonga gjørd fyrrapartin leygardagin.
Tá Edmund Joensen, løgmaður, tríggjar dagar eftir valið hevði staðfest, at tað ikki var grundarlag fyri eini borgarligari samgongu, fekk formaður Fólkafloksins, Anfinn Kalsberg samráðingarleiðsluna.
Valkvøldið staðfesti Anfinn, at tað var grundarlag fyri eini sjálvstýrissamgongu við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og tá hann yvirtók samráðingarnar týsdagin vendi hann sær til hesar báðar flokkar.
Men tað gekst striltið at fáa gongd á samráðingarnar. Spurningurin um hvør skuldi eiga løgmann lá í buktini, men eftir drúgva viðger var hesin spurningur avgreiddur á ein salomoniskan hátt.
Anfinn Kalsberg varðveitti løgmanskandidaturin og Tjóðveldisflokkurin fær harafturímóti ein »superministara«, sum fær loyvi til at samráðast við danir um broytingar í ríkisviðurskiftunum landanna millum.
Men tað vísti seg ikki bara verða hetta málið, sum voldið flokkunum trupulleikar.
Ríkisviðurskiftini hava givið nógvar truplar løtur og so seint sum náttina til leygardagin vísti hesin trupulleiki seg aftur. Stígur kom í samráðingarnar umleið klokkan hálvgun trý og ikki fyrr enn klokkan hálvgun fimm um morgunin settust samráðingarleiðararnir hjá teimum trimum flokkunum aftur til borðið.
Men tá tyktist eisini rættiliga verða komið glið á. Orðingin av samgonguskjalinum gekk tá nokk so skjótt og klokkan hálvgun sjey var útkastið til samgonguskjal skrivað út frá prentaranum. Flokkarnir fóru síðani undir nærlesturin. Sjálvstýrisflokkurin gjørdi skjótt av og honum í hølunum kom Tjóðveldisflokkurin.
Verri gekst hjá Fólkaflokkinum. Onkrar orðingar vóru ikki sum tær áttu at verða - eftir teirra fatan, og tí dróg út.
Samráðingarleiðarin hjá Fólkaflokkinum var nú komin í tíðarneyð. Hann hevði fyrr um morgunin sett uppá, at hann bæði skuldi hava manna landsstýrið og býtt nevndarsessirnar, men sá nú, at tað í fyrsta umfarið ráddi um at fáa undirskrivað samgonguskjalið.
Tær seinastu forðingarnar vórðu ruddaðar av vegnum og stutt eftir klokkan 11 fyrrapartin varð samgonguskjalið undirskrivað.
Beint eftir hetta fór Anfinn Kalsberg beina leið niðan í tinghúsið at hitta Jógvan I. Olsen....
...og so var nýggja samgongan veruleiki.