So komu málini hjá NSÍ?

Fótbóltur: Í seinna hálvleiki kom veruliga kol á NSÍ-ketlarnar, og so blivu teir í B71 statistar

So fekk NSÍ endiliga ferð á málskjótingina. Teir høvdu vitjan av B71 sunnudagin, og sigurin uppá 4-0 var ríkiliga uppiborin og kundi verið væl størri.

Tað tók eitt sindur av tíð, áðrenn hol kom á, og B71 var væl við fyrsta hálva tíman. Men so gekk galið hjá sandoyingunum. Mortan Hansen legði innfyri úr høgru síðu. Tað var eitt innlegg og ikki eitt skot, men bólturin endaði á tríkantsamankomingini og fór beint út til Christian Høgna Jacobsen, sum setti høvdið á til 1-0.

B71 hevði fram til tá havt onkrar kjansir, sum við eitt sindur av hepni kundu givið mál. Nýggi rumenski miðvallarin Iulian Florescu stóð væl fyri til skot, men onkursvegna rakti hann í ryggin á einum NSÍ-ara, og Eli Hentze skuldi havt skorað, tá hann var einsamallur við málmanninum, men lobbið hjá veteraninum miseydnaðist.

Men tað var NSÍ, sum stýrdi og skapti, meðan B71 lá aftarlaga á vøllinum. Tað tyktist eisini trupult hjá teimum at umstilla spælið, tá teir komu afturum, og fyrsta málið loysti eisini rættiliga upp fyri spælinum hjá NSÍ.


B71 sópað av vøllinum

Í seinna hálvleiki var í roynd og veru bert eitt lið á vøllinum. NSÍ fekk veruliga glið á spælið, meðan teir hjá B71 fóru fullkomiliga í svart. Hevði tað ikki verið fyri einum stórspælandi Waldemar Nowicki í B71-málinum, kundi staðið heilt illa til hjá sandoyingum.

Ian Højgaard var í sínum ungu døgum millum allarevnaríkastu spælarar í landinum. Hann fór av landinum, og síðani hoyrdist ikki nógv til hann. Men nú er hann heima aftur, og hann kom inn fyri Mortan Hansen í hálvleikinum. Og rituvíkingurin gjørdi eisini sítt til, at B71 als ikki fekk fótað sær í seinna hálvleiki.

Sandoyingar vóru heldur ikki serliga hepnir. Petur Ritter bleiv skaddur í fyrra hálvleiki og kom ikki inn aftur aftaná steðgin. Allin Simonsen fekk eisini skaða og spældi 70 minuttir ? hevði Petur Ritter ikki longu verið farin út, hevði hann ivaleyst heldur ikki spælt so leingi. Og tað sást eisini væl, at Rúni í Soylu enn ikki var komin yvir skaðan, sum hevur hildið honum uttanfyri tveir teir fyrstu dystirnar av kappingini.

NSÍ spældi seg fram til fleiri kjansir, og teir komu upp á 2-0 eftir fríspark og eitt sindur aftur og fram. Sjúrður Jacobsen átti seinasta fótin á.

Tá vóru 65 minuttir spældir av dystinum, og fimm minuttir seinni hvarv seinasti ivin, tá Kári Sigvardsen økti til 3-0 eftir hornaspark (vit tora næstan at siga við vissu, at hetta var hansara fyrsta landskappingarmál fyri NSÍ!).

Heimaliðið fekk bert eitt mál afturat, men tað var eisini tað vakrasta í dystinum. Fimm minuttir vóru eftir, tá gott uppspæl í vinstru endaði við innleggi til Christian Høgna Jacobsen, ið var millum teir allarbestu hjá NSÍ hesaferð (hann fyllir 19 í morgin), sum stútaði upp í málhornið.


Strævin dystarskrá

So var 4-0, og tá tað endiliga eydnaðist NSÍ at skora í landskappingini, kann av sonnum sigast, at teir vunnu málmunin frá hinum dystunum innaftur. Stigini vinna teir ikki innaftur, um teir so høvdu vunnið 10-0 hesaferð, men nú er glið so komið á. Og tað hevði týdning at vinna hesaferð, tí teir hava strævna skrá fyri framman. Næstu ferð hava teir føroyameistararnar HB á útivølli (hesin dysturin verður ikki spældur sunnudagin orsakað av Atlantic Giant tiltakinum í Gundadali, og í skrivandi løtu var ikki heilt greitt, júst nær hann verður avgreiddur). 22. mai vitjar GÍ í Runavík, og síðani skulu teir til Klaksvíkar.

B71 hevur eisini týdningarmiklan dyst fyri framman. Komandi sunnudag spæla teir heima móti Sumba. Hesi bæði liðini eru tey einastu, sum enn ikki hava fingið stig, so talan er um botngysara.


NSÍ-B71 4-0 (1-0)

NSÍ: Dejan Milanovic ? Kári Sigvardsen, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Eyðstein Skipanes, Jónstein Petersen ? Mortan Hansen, Christian Høgni Jacobsen.

B71: Waldemar Nowicki ? Bergleif Sólsker, Petur Ritter, Allin Simonsen ? Bjørn Thorsteinsson, Kári Sørensen, Iulian Florescu, Rúni í Soylu, Hans Jørgen Djurhuus ? Eli Hentze, Kári Nielsen.