Sólrun og Michael Jacobæus búgva í trýkantinum millum Bøkjarabrekku, Gripsvegin og R. C. Effersøesgøtu, har tey hava grannar til allar síður – og inngongd frá Bøkjarabrekku.
Sólrun og Michael Jacobæus fluttu í húsini í 2012 eftir at hava sett tey í stand. Tey høvdu tá búð í raðhúsum undir Fjalli, og haðani hava tey flutt fleiri plantur oman í urtagarðin við Gripsvegin, sum eru plantaðar av nýggjum.
– Vit fóru í gongd í smáum og hava ikki teknað eina heildarætlan yvir urtagarðin, hóast Michael er útbúbúgvin landslagskitektur. Heldur er urtagarðurin mentur við tíðini, greiðir Sólrun frá.
Tá tey fóru undir arbeiðið framman fyri húsini, høvdu tey hug til okkurt øðrvísi – men ivaðust, hvussu tey skuldu fara til verka, so tað gekk rúm tíð, áðrenn tey fóru undir arbeiðið.
##med2##
– Vit fóru í gongd beinanvegin uttan ætlan og lótu hugflogið ráða, sigur Sólrun.
Av tí at húsini eru so høg, hava tey plantað klematis upp eftir húsavegginum. Klematis er ein klintriplanta, sum fer upp eftir húsavegginum og soleiðis dregur húsini niður, so tey ikki kennast so høg.
Tey plantaðu runnar við kaprifoliu, tí hon veksur bæði skjótt og væl, og við hesum fingu tey ein karm um stykkið og soleiðis eisini betri lívd, tí jú betri lívd er jú meira trívist í urtagarðinum. Av tí at grannar eru til allar síður, so gera runnarnir soleiðis eitt meira privat øki í urtagarðinum.
Tey hava plantað fleiri staudir og runnar, sum eru settir soleiðis, at teir hóska til bæði ljós og skugga. Michael sigur, at fleiri av hesum staudum anga so væl og nevnir, at óektað jasmin luktar sterkt um hesa tíðina. Tey hava eisini primulu, sum angar av kaneli.
##med3##
– Og tá tað er nógv væta í luftini um morgunin og kvøldið, breiðir angin seg í urtagarðinum, og tað kenninst væl, sigur Michael Jacobæus.
Fyri fýra árum síðani fóru tey undir urtagarðin aftan fyri húsini. Eitt tað fyrsta tey gjørdu var ein garður, sum gav lívd, og sum fekk urtagarðin at forma seg. Í miðjuni hava tey stikað eitt øki inni, sum Michael sigur er eitt eksplanetarium, har tey royna at dyrka ymiskt.
Tey hava kryddurtir, ertrar, radisur, epli og rabarbur. Tey fáa alt at vaksa, men avbjóðingin er at sortera, so onkur planta ikki tekur yvir.
Vakstrarhúsið á terassuni hevur Michael teknað og smíðað, og Sólrún hevur málað tað. Nakað av tilfarinum er endurnýtslutilfar, sum Michael hevur útvegað sær. Skrokkurin er styrktur við atliti til vestanvindin, sum er ógvisligur um veturin, so tað er bóltað fast, og tað rørir seg ikki, sjálvt um tað er hvassur vindur.
Urtagarðurin aftan fyri húsini er oman á einum betongdekki, sum einaferð var ætlaður at vera ein kroketbane.
##med4##
Tá tey fluttu í húsini var alt bøur oman á betongdekkinum, so um summarið var tað sum at koma í hagan, tí grasið var so sítt, men um tey høvdu sligið tað, hevði tað kanska verið ein grasplena. Tey vildu ikki hava gras, so tey beindu tað burtur og fóru í gongd við at planta.
– Vit vildu umskapa tað til eina terassu við nógvum plantum, sigur Michael.
Tey vóru tilvitað um, at urtagarðurin skuldi vera beint uttan fyri dyrnar, tí har tey høvdu búð, var garðurin aftan fyri húsini, og hann varð tí ongantíð partur av gerandisdegnum.
##med5##
– Her koma vit beint út í urtagarðin og ganga ígjøgnum hann, hvaðar vit so fara, og tí hava vit nógva gleði av, sigur Sólrun.
Urtagarðurin er skipaður soleiðis, at tú nær um skalt vera tikin á bóli við fleiri smáum rúmum, gøtum sum snúgva seg, rúm, sum eru í skugga, og rúm sum eru í ljósi.
Tey hava skipað tað soleiðis, at tey hava hugsað um sólargangin, og um summarhálvuna hava tey sólina frá tí hon rísur, til hon setur.
– Mær dámar væl at fara upp tíðliga á morgni og út á terassuna at drekka ein kopp av kaffi og njóta friðin, tá býurin svevur, sigur Sólrun.
Michael greiðir frá, at hann hevur útvegað sær eina garðakrøkju, sum hann hevur brúkt til motiv til føroyska vestin.
– Eg sat og arbeiddi við innsløddum plantum, og garðakrøkja er upprunaliga ein innslødd planta, sum breiðir seg og sum trívist væl í Føroyum, so hasa skuldi eg hava á vestin til føroyska búnan, sigur hann.
##med6##
Michael er ikki sjálvur komin til Føroya við plantuni, men hann fann hana við vegjaðara heima á Sandi.
Og so leggur Sólrun afturat, at Michael sjálvur – eins og garðakrøkjan – er dani, sum trívist væl í Føroyum.
– Tað mesta hjá okkum eru blómur, trø og runnar. Og so hava vit nógvar botnplantur, og tað ger, at tað krevur ikki so nógv arbeiði, og tað verjir moldina, so hon ikki skolast burtur um veturin, sigur Sólrun.
Botnplantur eru plantur, sum fjala moldina, so ókrútið avmarkast.
– Tað eru ymsar botnplantur, til dømis postalínsblómur, læknabládepla, jóansøkukollur og móður og barn. Tað er ótrúligt, hvussu nógv lívrunnið tilfar ein urtagarður framleiðir av bløðum og greinum. Tað gera vit til sankutøð, sum verða brúkt at taða við, so at urtagarðurin er vistfrøðiligur og hvílir í sær sjálvum, sigur Michael.
– Vit brúka urtagarin nógv, og tað at flyta oman í býin hevur gjørt, at summarskeiðið hjá okkum verður eitt sindur longri, einar tvær, tríggjar vikur, og so hava vit fingið okkum vakstrarhús. Vit fara út fyrr um várið, heilt tíðliga, kanska longu í februar. Ta fyrstu blómuna síggja vit kanska longu í januar, tað er primula, og ta seinastu, sum vit síggja í november, er millum annað jóansøku hjálpirót.
##med7##
– Urtagarðurin broytir skap og lit ígjøgnum summarið, og tað er tað sum er so gevandi. At sita uttanfyri og hyggja at eini blómu, tað er so lívsjáttandi, ein livandi vera og náttúra, tað er so vakurt, bæði tann stóra náttúran í fjøllum og haga, og tær lítlu fínu blómurnar í urtagarðinum, tað er virkiliga lívsjáttandi, sigur Sólrun.
– Og so at fáa nakað aftur av tí, sum tú hevur plantað, sigur Michael.
Tað livandi fjølbroytnið hevur við sær, at vespur, humlubi, mýggjabitar, fuglar so sum kvørkveggja, bringureyði, músabróðir, stari, spruvi, kráka, likka – tey kunnu øll fáa gagn av hesum, hvør á sín hátt, sigur hann.
Michael Jacobæus vísir eisini á – við blómuáhuga sínum í huga – at her í Føroyum síggja vit nógvar urtagarðsplantur fara úr urtagørðum og breiða seg í náttúruni.
– Vit síggja apublómu, fuchsia (blóðdroparunnur), spanskt hindber og royniberjatræ úti í náttúruni, og hesum fara vit uttan iva at síggja meira av í framtíðini, heldur hann.
##med8##
– Her hevur blómað væl – og vit hava givið gætur, at plantur hava fræað, og vit síggja ber á bæði kalifornskari kaprifoliu, sponskum hindber og á ripsrunnum. Tað hava altíð verið ber á sponskum hindberi, men nú eru stór ber, ið kunnu etast, sigur Michael Jacobæus at enda.
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##