Áki Andreasen
Herfyri fanst Høgni Hoydal hvassliga at Sosialinum og Portalinum fyri at vera propagandamaskinur fyri javnaðarflokkin. Men eg haldi, at støðan er nógv verri enn so. Sosialurin rennir ikki bara ørindi fyri javnaðarflokkin. Hann rennur altíð ørindini hjá maktini og er láturverji hjá teimum, ið longu hava vald - um tað so er politiskt ella peningaliga. Sosialurin torir ongantíð at verja tann veikara partin, og hann torir ongantíð at finnast at og tala at valdsharrunum.
Sostatt brýtur Sosialurin ikki bara øll prinsipp hjá upprunaligu javnaðarrørsluni. Hann brýtur eisini týdningarmesta prinsippið fyri eina frælsa pressu.
Samgongu tíðindablað
Tey bestu og feskastu dømini eru greinarnar í sambandi við verkfallið hjá maskinmeistarunum, sum hava verið varpaðar út í bæði Sosialinum og á Portalinum. Blaðstjórin, Jan Muller, hevur altíð verið undirbrotiligur og mikrofonhaldari fyri ta til ein og hvørja tíð sitandi maktina. Men nú hevur hann sett Hera á Rógvi burturav at gera hetta skitna arbeiðið (rokni ikki við - ja, eg vóni ikki, at maðurin er útbúgvin journalistur).
3 greinar sum prógva vánaliga støði á Sosialinum!!
Sosialurin hevur fyrst eina andstyggiliga grein um tann sonevnda "virkandi løgmannin", Bjarna Djurholm. Stórar myndir, har hann situr við borðendan og í greinini reint mikrofonhaldarí, har Bjarni Djurholm verður spurdur, um tað hevur verið torført og tungt at taka "so stórar avgerðir". Ja, eg meini tað. Torført og tungt hjá einum fólkafloksmanni at lóggeva móti fakfeløgum? Torført og tungt hjá einum heilum landsstýri og 21 tingmonnum, sum hava alt valdið, at vinna á 41 maskinmeistarum?
Í einari undantakstøðu í landinum, har landsstýrið og Løgtingið við lóg leggja upp í eitt samráðingarúrslit hjá nøkrum fáum maskinmeistarum, velur Sosialurin gjøgnum Portalin at fáa formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag á vøllin at stuðla landsstýrinum og løgtinginum, tá tey lóggeva móti einum lítlum fakfelag. Verður Hans spurdur, hvat hann hevði sagt, um lóggivið varð ímóti einum sáttmála, sum hansara felag hevði gjørt í semju við arbeiðsgevararan? Nei, als onki. Bert tann boðskapur skal út, ið gagnar landsstýrinum.
Og síðani heldur Heri á Rógvi fram við eini grein um Bárð Nielsen, landsstýrismann. Hon snýr seg um, hvussu ringa tíð landsstýrismaðurin hevur og hvussu hart tað er hjá honum at brúka samgonguna til at fáa sín vilja og hvussu hann vil verja vælferðina.
Sig mær, kann Sosialurin søkka so djúpt? Sum tað er synd og hart fyri Bjarna og Bárð, sigur Sosialurin.
"Gjald fyri vælferðiuna...." ella kanska heldur "gjald fyri skattalættan"
Hvørki Bjarni Djurholm ella Bárður Nielsen eru nøkur offur í hesum spæli. Teir eru valdsharrarnir, ið als ikki hava nakað at missa, men alt at vinna - og teir hava fingið sín vilja á mest primitiva hátt. Men Sosialurin ger teir til teir stakkals menninar, ið mugu fáa hjálp og stuðul. Hví tað? Teir hava fylt rákinum. Uttan iva taka felstu føroyingar undir við teimum, tí teir hava saman við Sosiailinum megnað at gjørt maskinmeistararnar til nakrar grískar kraddarar, meðan landsstýrismenninir eru stakkaladýr, sum royna at verja vælferðina - "gjald fyri vælferðina" himprast tann sperdi fíggjarmálaráðharrin ikki við at siga - hví ikki siga "gjald fyri skattalættan til tey vælløntu"....???
Tíðindaflutningur við skeivum fortekni.
Hetta er tann mest andstyggiligi skjøkjujournalistikkur, eg havi sæð. At verja vinnararnar og valdsharrarnar, meðan teir veruliga veiku partarnir, sum hava tapt slagið, verða gjørdir til ómøgulig beist, ið skapa so stórar kvalir hjá teimum fittu og vælmeinandi landsstýrismonnunum
Hvat teir gomlu javnaðarmenninir høvdu sagt, um teir sóu hetta, kann ongin ivast í.
Men tað er ein sannroynd at valdið smakkar væl - so væl at grundleggjandi støði fyri tíðindaflutning verður blaka fyri borð. Alt ber til - landsstýrismenn hóreiggja sær sum tey vilja, løgmaður tegir og Sosialurin rekur tíðindaflutning sum hevði fingið sjálvt grovastu probagandamaskinurnar at steðga upp.
3 greinar sum høvdu fingið "dumpikarakter"
Men eg kundi hugsað mær at biðið Sosialin um at umsett hesar tríggjar greinarnar eg her havi nevnt. Og síðani at senda greinarnar til journalistskúlar í øðrum Norðurlondum og biðja teir meta um, hvussu hesar greinar fylgja journalistiskum prinsippum. Mær vitandi verða journalistar útbúnir til at halda eyga við valdsharrunum og at hjálpa borgarunum móti valdsmisnýtslu. Altso at verja tann veikara móti tí sterkara.
Trúgvi ikki, at nakar journalistur úr Norðurlondum hevði trúð uppá, at tað var eitt sokallað tíðindablað í Norðurlondum, sum borðreiðir við so fúlari valdsharralifran. Tí má Sosialurin gera greitt, at hesar greinar altso ikki eru umsettar úr russiskum frá sovjett-tíðini ella eru komnar úr Namibia. Nei, tær eru skrivaðar í Føroyum í 2005.