FC Barcelona váttaði fyrr í kvøld, at PSG hevði goldið kravdu upphæddina fyri at teir verða noyddir at leysgeva Neymar, nevniliga 1,65 milliard krónur, og nú váttar PSG loksins tíðindini.
PSG skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur skrivað undir ein fimm ára sáttmála við brasilska áleyparan. Nærri nágreiniliga er sáttmálin galdandi fram til 30. juni 2022.
Sambært BBC, so fær Neymar 6,4 milliónir krónur um vikuna í løn frá PSG. Hetta er næstan tríggjar ferðir so nógv, sum hann tjenti í FC Barcelona, og hann er nú heimsins best lønti spælari.
Til samanberingar kann nevnast, at Cristiano Ronaldo og Lionel Messi tjena 3,15 milliónir krónur um vikuna, og at Neymar tískil tjenar eins nógv sum teir báðir tilsamans.