So nógvir áskoðarar vóru til KÍ-HB

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur at tað er met í hansara tíð

Í gjár var helst størsti landskappingardysturin í hesum kappingarárinum, tá KÍ og HB spældu. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur at tað verðru 2050 gjaldandi áskoðarar, meðan einir 100 árskort eru, so talan er um áleið 2150 gjaldandi áskoðarar. Hartil skulu roknast øll tey, sum ikki hava goldið vegna eitt nú aldur. Tí verður mett, at yvir 3.000 áskoðarar vóru til samans.

 

Les eisini: HB á FM-kós

 

- Hetta er tað størsta eg havi upplivað í míni tíð sum formaður. Í fjør vóru 1.400 gjaldandi áskoðarar á Summar Festivalinum, tá Víkingur kom á vitjan. Hetta er nokk tað mesta, síðani KÍ og B36 spældu ein avgerandi dyst fyrst í 90 unum, sigur Tummas Lervig.

 

HB vann dystin 1-0 við máli, sum Ari Mohr Olsen skoraði í seinna hálvleiki. HB er nú fimm stig fremst í landskappingini. Tað er ein triðingur eftir, sum er níggju umfør.