So nógv sleppa nú inn á Hálsi

Høllin á Hálsi er nú til reiðar at hýsa HM í estetiskum fimleiki.

Føroya Fimleikasamband hevði í morgun tíðindafund í høllini á Hálsi, sum vikuskiftið 6.-7. juni verður karmur um HM í estetiskum fimleiki. Kappingin er skipað í eina kvinnu- og eina unglingakapping, sum altjóða eita XVI AGG World Championship og AGG Junior World Championship.


Umleið 50 fólk vóru møtt til tíðindafundin, har fyriskipararnir løgdu fram ymiskt í sambandi við risa stóru kappingina, har 480 fimleikarar úr 13 londum skulu luttaka. Mett verður, at umleið 600 útlendingar vera í Føroyum hetta vikuskiftið kappingin er. Út av teimum tilsamans 44 liðunum, eru seks av liðunum føroysk.


Tveir stórir áskoðarapallar eru smíðaðir til kappingina. Pláss er nú fyri heili 1.130 áskoðarum. Atgongumerki til HM-kappingina verða sett til sølu kl.20.00 í kvøld, og verða tey til keyps á heimasíðuni billetnet.dk. Leinkja til atgongumerkjasøluna finst á heimasíðuni fimleikur.fo.


Drúgvari grein um HM-kappingina er at lesa í Vikuskiftissosialinum.