Týsdagin slitnaðu samráðingarnar millum LO og DA. DA gav LO eitt ultimatum. Teir bjóðaðu ein frídag og ein sokallaðan umsorgardag umframt teir frídagarnar, sum vóru í teimum upprunaligu sáttmála-uppskotunum. Teir nýggju frídagarnir skuldu fíggjast innanfyri tað somu økonomisku rammuna, sum tað upprunaliga uppskotið til sáttmálar, sum LO-limirnir søgdu nei til. Tað merkir, at teir nýggju dagarnir skuldu fíggjast við tí, sum var avtalað til pensiónsgjald.
Hetta kundi LO ikki siga ja til, tá i limirnir væntandi høvdu sagt nei til hetta í eini nýggjari atkvøðu um sáttmálarnar. LO kravdi harafturímóti tveir frídagar og tveir umsorgardagar, sum skuldu fíggjast útyvir tað økonomisku rammuna í sáttmála-uppskotunum.
Arbeiðsmálaráðharrin royndi at fáa partarnar at samráðast aftur týskvøldið, men tað miseydnaðist.
Bert ein loysn eftir
Tað var tí bert ein loysn eftir. Og hon er, at Fólkatingið setir teir núverandi sáttmálarnar fast við lóg. Uppskotið til lóg, sum varð framlagt í gjár og væntandi viðtikið í dag hósdag, fastsetur, at tað sum er avtalað í teimum ymisku uppskotinum til sáttmálar verður galdandi. Herumframt verður tað ein frídagur afturat til øll og tríggir umsorgardagar til barnafamilijur við børnum undir fjúrtan ár.
Umsorgardagarnir skulu síggjast í sambandi við nýárstaluna hjá Poul Nyrup Rasmussen, har hann legði dent á, at barnafamiljurnar skulu hava tað betri. Tað bindir stjórnina nú til at liva upp til teirra lyftir og tilmælir.
Lóguppskotið verður fíggja við at taka 0,4 procentir av tí, sum er avtalað til pensión í seminingsuppskotunum og við at tann sokallaði sjúkraskatturin, sum stjórnin álegði virkjunum fyrsta januar í ár, fellur burtur. Lógaruppskotið leggur soleiðis upp til at taka frá báðum síðum til at fíggja tann eyka frídagin og teir tríggjar umsorgardagarnar.
Til arbeiðis aftur mánadagin
Teir borgarligu flokkarnir hava sagt, at teir stuðla hesum uppskotinum so tað verður væntandi viðtikið í dag - hósdag. Tað hevur eisini skund, tí at álitið til tann danska búskapin viknar. Tjóðarbankin hækkaði tí rentuna ígjár.
Tað merkir, at í kvøld - hóskvøld - klokkan 12.00 halda tey lógligu verkføllini uppat.
Tað verða møguliga ólóglig verkføll, blokadir av ferjum o.l. í vikuskiftinum. Men væntandi verða viðirskiftini sum vanligt mánadagin.