So vítt hann veit eru tey nøgd við ferðasambandið

Ferðaætlanin er løgd í neyvum samráði við tey, sum skulu brúka bussarnar

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum vil virka fyri, at ungdómurin hevur góðar umstøður at ferðast ímillum heim og skúla. Tað sigur hann í sambandi við, at Jóahnnis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at gera tað lættari hjá næmingum í Vágum, sum ganga í miðnámsskúla í Vestmanna.

 

Jóhannis Joensen vísir á, at ein bussur koyrir beinleiðis úr Vágum til Glasir í Tórshavn. Men tað eru eisini einir 30 næmingar úr Vágum, sum ganga í miðnámsskúla í Vestmanna og tí heldur hann, at tað  kann vera grundarlag fyri eini beinleiðis bussrutu ímillum Vágar og Vestmanna.

 

Men Jørgen Niclasen sigur, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum ímillum Vágar og Miðnámsskúlan í Vestmanna, er løgd í neyvum samstarvi millum Strandferðsluna og leiðsluna á skúlanum og sambært teimum, passar ferðaætlanin væl til skúlagongdina hjá næmingunum.

 

Ferðaætlanin er soleiðis, at næmingar úr Sundalagnum, Eysturoy og Norðoyggjum, úr Havn og Vágum savnast í Kollfjarðadali, og fara saman við bussinum til Vestmanna.

 

– Okkum kunnugt er leiðslan á Miðnámi í Vestmanna, sum heild nøgd við busssambandið, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at skal bussur koyra beinleiðis úr Vágum til Vestmanna, fara tveir bussar til Vestmanna ísenn.

 

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at arbeitt verður eisini við at fáa buss at koyra ímillum Gásadal, Bø og Sørvág, soleiðis at miðnámsnæmingar úr hesum bygdum, hava busssamband millum heimbygd og Miðnámsskúla.