Søguligur Klose til Føroya

Miroslav Klose hevur skrivað seg inn í týsku søgubøkurnar undan Føroyaferðini

Týska landsliðið, sum kemur til Føroya at spæla týsdagin, er ógvuliga væl fyri. Fyrst og fremst vunnu teir sannførandi við 3-0 á Eysturríki í kvøld.

 

Harnæst hava týskarar tveir mans við feskum metum í skjáttuni, har annað teirra er søguligt.

 

35 ára gamli málslúkurin, Miroslav Klose, skoraði nevniliga fyri 68. ferð á landsliðnum, sum er galdandi met. Týski málrevurin yvir øllum, Gerd Müller, hevur eisini skorað 68 mál fyri týska landsliðið – og tað sama hevur Miroslav Klose, sum annars spælir fótbólt í bestu italsku deildini við Lazio.

 

Viðmerkjast skal, at Gerd Müller gjørdi munandi skjótari av enn Miroslav Klose. Müller spældi einans 62 dystir og gjørdi 68 mál, meðan Klose hevur spælt 129 landsdystir. Harvið er Klose eisini tann leikarin, ið hevur spælt næstflestar dystir fyri Týskland. Einans Lothar Mathäus hevur spælt fleiri dystir við sínum 150.

 

Málið hjá Klose var tað fyrsta, sum týskarar gjørdu í kvøld. Eitt mál honum so líkt, har bólturin var lagdur inn fyri úr høgru, og Klose kom stunandi fram og tveitti seg fram í bóltin við fremru stong, har hann við fótinum fekk prikað bóltin í netið. Hini málini gjørdu Toni Kroos og Thomas Müller.

 

Hitt metið, sum var eitt persónligt av slagnum, gjørdi 29 ára gamli liðformaðurin Philip Lahm, sum spældi sín dyst nummar 100 fyri týska landsliðið.

 

Týsdagin kunnu vit leggja líka um, hvørji jubileum týskarar halda. Men vit kunnu í øllum førum vóna, at Klose ikki yvirhálar Gerd Müller sum toppskjútti á týska landsliðnum tá. Klose hevur nevniliga áður víst, at hann gott kann gera mál í móti Føroyum. Hann tryggjaði nevniliga týskarum sigurin í Hannover skjótt 11 árum síðani, tá hann skoraði til 2-1 tann 16. oktober í 2002. Hann gjørdi somuleiðis annað málið í 0-2 sigrinum á Tórsvølli árið eftir.