Sambært AP-tíðindastovuni bumbaðu ísraelsk stríðsflogfør í nátt fleiri ymisk mál í Gaza býi, og tíðindastovur í býnum vilja vera við, at talan var um í minsta lagi 55 ymisk mál í einar tíggju minuttir, sum álopini vardu.
AP vil vera við, at álopini í nátt vóru harðari enn álopini næst síðstu nátt, tá 42 palestinar lógu eftirá.
Sagt verður úr Gaza, at fleiri hernaðarstøðir eru raktar, og eisini skal ein bygningur í fýra hæddum vera raktur. Fólk fingu tó møguleikan at fara úr bygninginum, áðrenn hann varð bumbaður. Tíðindastovan NTB veit at siga, at ein el-leiðing er rakt, og hetta gjørdi, at stór øki lógu uttan streym.
Higartil er einki frætt um deyð ella løstað í ísraelsku álopunum í nátt.
Ísraelska verjan - IDF - skrivar á Tvitter, at flogfør hava søkt at málum, sum tey meta vera yvirgangsmál í Gazageiranum.
Tíðindastovan Reuters veit at siga, at Hamas aftur í gjárkvøldið og í nátt hevur skotið fleiri rakettir móti Ísrael. Ísraelska ávísin Haaretz veit at siga, at lúðrarnir í Ashkelon hava ljóðað, og NTB veit at siga, at ein av Hamas-rakettunum rakti eina synagogu í býnum.
Reuters skrivar, at í stríðnum millum partarnar seinastu dagarnar eru næstan 200 palestinar deyðir, harav 50 børn. 10 fólk í Ísrael hava higartil latið lív, og millum tey deyðu í Ísrael eru tvey børn. Í einari sjónvarpssending sunnudagin segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at Ísrael fer at halda fram við álopunum, og at stríðið fer at taka tíð.