Mikudagin seldi Føroya Bjór 12 ferðir so nógv øl í rúsuni sum ein vanligan mikudag. Orsøkin er alt rumblið eftir hóttanina um rættarsókn frá íslendska bryggjarínum, Egils.
Ongantíð áður hevur Føroya Bjór fingið so góða umrøðu í Íslandi, sum seinastu vikuna. Tað hevur rættiliga vakt ans, at annað av stóru bryggjaríunum í Íslandi, Egils, hevur hótt Føroya Bjór við rættarsókn, tí íslendska bryggjaríið metir seg at hava einkarrætt til ølnavnið »Gull« í Íslandi.
Tí kravdi Egils fríggjadagin í síðstu viku, at Føroya Bjór tók gullølið av hillinum í Rúsuni í Íslandi, at tey góvust við marknaðarføring av ølinum í Íslandi, og at tey steðgaðu innflutning av gull-ølinum í Íslandi.
Men íslendingar hava ikki tikið væl ímóti hóttanini frá íslendska bryggjaranum mótvegis føroyska frændanum. Tey, sum hava viðmerkt greinarnar, sum íslendsku bløðini hava havt á netinum, eru alt annað enn fegin um íslendska brøðralagið hjá Egils. Fleiri siga, at føroyska ølið smakkar nógv betri enn gullið hjá Egils, sum fær nógv niðrandi orð á vegnum.
Hóast stjórin í Egils roynir at káva útyvir harðrenda brævið til Føroya Bjór og sigur, at hann bara vil hitta Einar Waag til eitt prát um málið, so er harðrenda kravið tað einasta, sum Føroya Bjór stórin í Klaksvík hevur frætt frá frændunum í Íslandi.
Men ølið hjá Føroya Bjór er ikki tikið av hillunum í rúsuni í Íslandi, ÁTVR. Tvørturímóti hevur Føroya Bjór sent nógv meira øl til Íslands.
– Føroya Bjór Gull er nær um útselt í Íslandi aftan á alt hetta rumblið við Egils, sigur Sophus Dal-Christiansen, marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór, sum fegnast um, at umtalan hevur verið so positiv fyri føroyska bryggjaríið.
– Vit máttu senda tríggjar ferðir so nógv øl yvir til Íslands í gjár – sølan mikudagin eksploderaði. Vit seldu 1200 prosent meira enn ein vanligan mikudag, sigur hann.