TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hpyr samrøðuna André Olsen hevði á Rás2 við Sølva Vatnhamar, landsliðsspælara hjá Víkingi, beint aftaná 1-1 javnleikin millum Víking og KÌ í Sarpugerði í Norðragøtu.
Sølvi staðfestir, at talan er um eitt afturstig í meistarastríðnum ikki at vinna á KÍ á heimavølli ímóti KÍ, ikki minst tá liðið úr Eysturkommunu skal leggja trýst á B36 og NSÍ, sum spæla seinni í dag, og í annaðkvøld.