Væntandi verður Sølvi Vatnhamar úr Víkingi við frá byrjan, tá Føroyar í kvøld tekur móti Ungarn í EM undankappingardysti á Tórsvølli. Um so verður, so er talan um debut fyri leirvíkingin.
Les eisini: Brandur byjar inni
Lars Olsen boðaði í gjár frá, at 18 ára gamli Brandur H. Olsen byrjar inni í kvøld. In.fo gitar, at umframt Brand, so verður Sølvi Vatnhamar nýggjur á liðnum í mun til dystin móti Norðurírlandi leygarkvøldið. Teir, sum missa plássini, eru helst Páll A. Klettskarð og Pól Jóhannus Justinussen
Les eisini: Fróði tekur ikki brotsspark í morgin
Christian L. Holst verður fluttur út aftur á vinstra vong, har hann spældi móti Finnlandi, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fremsti maður, eftir at hava mist plássið til Páll Klettskarð.
Les eisini: Hans Jørgen farin heim
In.fo gitar:
Føroyar: (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson.
Les eisini: Brandur er ótrúliga stoltur
Rás2 sigur frá dystinum í kvøld millum Føroyar og Ungarn, sum byrjar klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda klokkan 16.